Leygardagin tann 11. mars verður aðalfundurin hjá FNU hildin í Havstovuni, Nóatún 1.
Kvøldið byrjar kl 17.00 við framløgu við landsstýriskvinnuni í Umhvørvismálum, har vit vóna at síggja nógv fólk.
Uml. kl 17.45 byrjar aðalfundurin, og verður skráin sambært lógum felagsins.
Kl. 19.30 byrjar árliga veitslan, og verður hon aftur í ár hildin saman við Fuglafrøðifelagnum.
Kostnaðurin fyri ársveitsluna er 200 kr, og neyðugt er við tilmelding.
Um man hevur ynski um at fáa veganskan mat, so er at boða frá hesum í tilmeldingini.
Freistin at tekna seg til veitsluna er týsdagin 7. mars á middegi. Hetta kann gerast við at skriva til okkara á telefon nr. 251290 ella senda okkum ein teldupost á fnu@fnu.fo
Vit vóna at síggja tykkum!
FNU
Skráin:
17.00
Almenn framløga um Umhvørvismálaráðið, við landstýriskvinnuni í Umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm.
17.45
Aðalfundurin byrjar.
19.30
Ársveitslan byrjar fyri tilmeldaðum.
Commentaires