FNU mælir frá at innflyta mýrumosamold (spagnum)


Í hesum døgum hava mong hug at fara í urtagarðin og tað er ein gleði at síggja alt næla og spretta. Tíanverri eru vit ófør at keypa mýrimosamold (spagnum mold) at koyra í urtagarðin fyri at betra um vakstrarumstøðurnar - og tað er ikki gott, tí mýrimosamoldin verður útvunnin úr elligomlum torvmýrum, sum hava havt túsundir av árum at vaksa til og hava bundið CO2 í eins langa tíð.


Hví nýta vit ikki bara moldina, sum vit hava í Føroyum? Ella hví ikki kompostera lívrunna burturkastið? - í staðin fyri at brenna tað - so tað verður til gróðrarríka mold, ið er tað, vit hava brúk fyri í urtagørðunum!


Mýrumosi vaksur í jørð, ið er mettað av vætu og har lítið er til av O2 (súrevni/ilt) og tí gongur niðurbrótingin ella rottilgongdin sera seint fyri seg. Av tí sama verður nógv CO2 niðurbundið í mýrumosanum. Tá ið nýggur mosi veksur til, veksur hann oman á gamla mosanum, sum ikki er heilt niðurbrotin og soleiðis veksur lag oman á lag.


Men hetta gongur seint, tað tekur 10 ár hjá mýrumosa at vaksa kanska bara ein 1 cm. Tað merkir, at grava vit ein metur niður, koma vit niður á mosa, sum er 1000 ára gamal. Her er vert at hava í huga, at spagnummoldin, sum vit keypa í handlunum, kanska verður útvunnin við at grava heilar 5 metrar niður, við øðrum orðum mosi, sum hevur ligið í jørðini í 5000 ár og goymt CO2. Og tá ið grivið verður í mosan, kemur tilfarið í samband við O2, tí rot-tilgongdin byrjar og CO2 verður útlátið.


Soleiðis kann síggja út, tá ið mýrumosamold verður útvunnin, niðasta tilfarið er fleiri túsund ára gamalt (Myndin er lænt frá https://havehandel.dk/vaerd-at-vide-om-sphagnum/) Mosi er ein undirmett CO2/kolstoffgoymsla og tí eiga vit at hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit turrleggja vátlendi - eisini í Føroyum. Vátlendi / mýrulendi fevna bert um 3% av jarðarskorpuni, men goyma í sær heili 30% av øllum heimsins kolevni. Tað vil siga, at hesi sertøku lendi eru virknastu carbon goymslur, sum náttúran hevur. Umframt hetta, eru vátlendi millum fjølbroyttastu náttúruøki, nógv fugla- og plantusløg trívast best í vátlendi. Tí eru umráðandi at vara um og varðveita tey vátlendi, ið eftir eru. FNU mælir tí frá, at vit innflyta mýrumosamold (spagnum) og fer at arbeiða fyri at hesin innfutningur verður bannaður.


Keldur:

https://www.globalpeatlands.org/?fbclid=IwAR0pHfVKtBaH-3yoyMEgMIHe78UaXfaZAiCB3rxqGGIXFc0FjlHj4zIK-pw


https://www.google.com/url?sa=t&source=web&rct=j&url=https://haveselskabet.dk/spagnum-hvad-er-problemet&ved=2ahUKEwjVqv2347H3AhVpQEEAHeVQAsEQFnoECAcQAQ&usg=AOvVaw1_UdK65xhmYf-e9DXNfoxj

Tað nýggjasta