Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag bjóðar øllum, sum brenna fyri umhvørvinum og náttúruni til eitt kafékvøld fríggjakvøldið. Tráin Nónklett fer at fortelja okkum um átakið Veðurlagslóg NÚ, og vit fáa eitt prát um tað, sum annars liggur okkum á hjarta.
Eru tey nærmastu hjá tær um at sálast av tíni evigu júkan um bokashi, ruskskiljing, jarðhita, grøna orkuskiftið, hótt plantu- og djórasløg og vandamálið við veðurlagsbroytingunum?
Nú verða ráð fyri tí.
Vit, sum brenna fyri at verja náttúruna og umhvørvið, fáa nú høvi at koma saman til eitt meira óformelt tiltak, har møguleiki verður at deila tankar, vitan, hugskot og ætlanir um náttúru- og umhvørvisvernd við onnur, sum hava sama áhuga. Eitt helle, ella ein frístaður, kundu vit sagt, fyri náttúrunørdar, eldsálir, aktivistar og øll onnur.
Verður undirtøka fyri tí, er ætlanin at skipa fyri líknandi limatiltøkum aftur.
Hesaferð fer Tráin Nónklett at greiða frá átakinum Veðurlagslóg NÚ, sum virkar fyri, at ferð verður sett á veðurlagsstríðið.
FNU útvegar høli og okkurt heitt og kalt at drekka afturvið.
Ert tú ikki longu limur í FNU, ber til at tekna teg sum lim á staðnum.
Vit møtast fríggjakvøldið 1. apríl kl. 20 í hølunum hjá FNU í Bøgøtu 14 í Havn.
Vælkomin!