Eftir nevndarvalið er nevndin henda:
Nevndin skipaði seg við Jón Kragesteen sum formanni og Miliu Egilsnes sum næstforkvinnu.
Mál, sum nevndin hevur sett sær fyri at arbeiða við, eru m.a. at allýsa støð í Føroyum at friða, at fylgja við dálking og at fáa Århussáttmálan í gildi fyri Føroyar. Sáttmálin snýr seg um, at einstaklingar og felagsskapir skulu hava rætt til innlit, hoyringar og viðmerkingar, tá ið talan er um umhvørvisspurningar. Nevndin vil í samstarvi við FNU bólkin "Veðurlagslóg Nú" framhaldandi arbeiða fyri, at løgtingið samtykkir eina bindandi veðurlagslóg, umframt at leggja trýst á politisku skipanina at seta veðurlagsátøk í verk, so at vakstrarhúsgassútlátið minkar munandi.
Eisini verður skipað fyri afturvendandi evnistiltøkum í felagshølunum í Bøgøtu.