Framleiðslan av umhvørvisoyðandi olju, koli og gassi er alt ov høg, og vilja vit tálma veðurlagskreppuni, mugu vit eisini tálma oljuframleiðsluni – skjótast gjørligt. Hendan niðurstøðan verður støðugt skorin út í papp av alsamt meiri ørkymlaðum orku- og veðurlagsgranskarum.
Hetta tykist tó ikki at rína við hjá politikarum ella oljufeløgum. Í verandi løtu ætla stjórnir og oljufeløg at framleiða tvífalt so nógv kolvetni í 2030 í mun til tað, vit kunnu loyva okkum fyri at varðveita eitt trygt veðurlag og halda altjóða sáttmálar og Parísavtaluna.
Summi tvíhalda kortini um, at grøna orkuskiftið og oljuframleiðsla kunnu ganga hond í hond.
Hetta er ein myta!
Níggju leitiboringar hava verið í føroysku undirgrundini. Tær hava kostað fleiri milliardir tilsamans, og kortini eru bert relativt smáar nøgdir av kolvetni funnar. Nøgdirnar eru so mikið smáar, at tað loysir seg ikki fíggjarliga at taka oljuna upp. Hon liggur best í undirgrundini, varð og verður enn mett.
Vit eru púra samd!
Men! Skuldi tað hent seg, at føroyingar loyvdu oljufeløgum framat at útvinna og brenna hesa (fíggjarliga) lítlu nøgdina av olju, hevði útlátið svarað til millum 50 og 600 ár av árliga útlátinum hjá Føroyum.
Tað hevði kollsiglt føroyska orkuskiftið og alt, ið tað umboðar. Vit høvdu aldrin komið undan hesi veðurlagsskuldini.
Tí er eitt tað størsta og bíligasta átakið, sum politiska skipanin kann gera í dag at steðga oljuleitingum alt fyri eitt. Tí oljan liggur best í undirgrundini. Uttan mun til myturnar, ið oljumenn spjaða vegna oljufeløgini.
Vit vilja hava eina trygga, liviliga framtíð. Vit vilja hava bíliga og grøna orku og støðugar prísir. Tað fáa vit við at leggja um til varandi orku, og ikki við at tvíhalda um ein oljudreym, sum langtsíðan hevur víst seg at vera ein afturvendandi marra.
Vegna Veðurlagslóg Nú! og FNU
Ingmar Valdemarson á Løgmansbø, Tráin Petursson Nónklett, Elsa Berg og Jón Kragesteen
Keldur:
Production gap report 2021 Home - Production Gap
Jan Muller í Degi og viku Oljukreppan ger Føroyar meira eggjandi | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Mett verður, at millum 120 og 1500 milliónir tunnir av olju eru í Marjun brunninum. https://jf.fo/wp-content/uploads/2019/08/FO19_Relinquishment_Report_July_2016.pdf
Útlátið fyri eina tunnu er 0,43 tons av CO2, og útlátið hevði tí verið millum 51.600.000 og 645.000.000 tons CO2, skuldi tað vanlukkuliga hent, at oljan varð brend. Tað er árliga CO2 útlátið hjá Føroyum í 50 til 600 ár, og tá er útlátið frá framleiðsluni ikki tikið við. Greenhouse Gases Equivalencies Calculator - Calculations and References | US EPA