top of page

Endurbøting av skriðu á Syðradali

Fríggjadagin 3. mai var Helena Lamhauge-Mortensen, nevndarlimur í FNU, á útferð á Kalsoynni saman við Tjóðsavninum, Umhvørvisstovuni, Búnaðargrunninum, Betri, politikarum og einum skúlaflokki á miðnámi í Vestmanna.



Endamálið við útferðini var at savna ymsar partar í samfelagnum, fyri at styrkja okkara vitan um føroyska náttúru – og meira ítøkiliga fyri at síggja og fáa kunning um endurbøtingarbeiði av eini skriðu í hagaparti hjá Bjørn Kalsø, bónda á Syðradali.


Endurbøtingararbeiðið er stuðlað av norðurlendska programminum Náttúruloysnir, sum verður umsitið á Umhvørvisstovuni av Jónu Ólavsdóttir.


Siglt var frá morgunstundini úr Klaksvík til Syðradals, og her tóku Bjørn og konan Hennibeth ímóti við kaffi og køku umframt frásagnum um bygdina. Jóna Ólavsdóttir greiddi síðani frá endamálinum við útferðini, og Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini hjá Tjóðsavninum, greiddi frá endurbøtingararbeiðinum av skriðuni, sum síðani varð gingið niðan til. Tá fingu miðnámsskúlanæmingar á tilfeingisbreytini í Vestmanna eina spann í part við tøð, tí hetta skuldi brúkast til endurbøtingina av skriðuni.


Komin niðan til skriðuna greiddu Bjørn og Kolbrún frá endurbøtingararbeiðinum, sum byggir á gransking uttanlands, serliga í Íslandi, men tó í størri mun á kanningar á staðnum og eygleiðingar av, hvussu eitt nú tøð kann brúkast í endurbøtingini av lendinum. Ætlanin er, at hetta arbeiðið skal leggja lunnar undir endurbøting aðrastaðni í Føroyum, tí skriðurnar vaksa bara í tali og játta ikki sørt orðafellið um skriður.


Aftan á framløgu og kjak uppi við skriðuna varð gingið oman aftur í bygdina. Hennibeth hevði borðreitt við breyði, viðskera (skerpikjøt og egg beint úr Syðradali), kaffi og øl. Tá fingu øll orðið og kjakaðust eina løtu úti í góðveðrinum, áðrenn Sam kom til kei, og leiðin gekk aftur til Klaksvíkar og í vikuskifti.


Hóast vaksandi talið av skriðum kann vera ørkymlandi, var hetta ein spennandi dagur, sum við áhugaverdum framløgum og kjaki var ein áminning um, at menniskju og samfelag eisini kunnu fyribyrgja og endurbøta teir skaðar, sum í minni ella størri mun standast av okkum.


Les meira um verkætlanina Náttúruloysnir her.


Myndir: Fía Niclasen



Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Bøgøta 14

100 Tórshavn

Teldupostur: fnu@fnu.fo

Tlf: 251290

  • Instagram
  • Facebook

Eg vil fegin frætta nýtt frá FNU:

Takk fyri

bottom of page