Eitt grønari kommunuval í 2020

Hvørjar ætlanir hava kommunuvalevni um orku og umhvørvi í teirra kommunu? Tað hoyra vit ov lítið um, men nú kemur evnið á breddan. Átakið "Veðurlagslóg Nú!", ið FNU er partur av, fer nevniliga undir at fáa svara hesum spurninginum vegna veljarar.


Komandi dagarnar fer Veðurlagslóg Nú! at kontakta øll valevnini, ið stilla upp til kommunuvalið, fyri at spyrja tey um teirra áskoðanir og ætlanir um orku og umhvørvi í kommununi. Svarini verða savnaði á einari heimasíðu, har veljarar kunnu svara somu spurningum. Heimasíðan vísir síðan veljarunum hvørji valevni, teir hava mest í felag við.


Endamálið er, at vísa á møguleikarnar og skyldurnar hjá kommunum at betra um gagnnýtsluna av okkara náttúru. Á tann hátt kunnu kommunurnar bæði minka um sítt íkast til vandamiklar veðurlagsbroytingar, og økja um okkara sjálvbjargi og trivnað.


Veðurlagslóg Nú! hava tó tørv á nógvari hjálp komandi vikurnar. Um tit hava ein hálvan tíma ella so at hjálpa til at gera 2020 til eitt grønt kommunuval, kontakta so Veðurlagslóg Nú! við leinkinum niðanfyri. Alt ger mun :)


https://app.singlelink.co/u/vedurlagslognu


Nýggjastu tíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page