top of page

Bannið fyri oljufýringum er ov lint

Skulu Føroyar røkka málinum um, at øll orkunýtsla á landi skal vera grøn í 2030, má ætlaða bannið fyri oljufýringum galda fyri øll hús, ikki bert tey nýggju, halda Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Veðurlagslóg NÚ!

Stendur tað til Umhvørvismálaráðið, verður bann sett fyri oljufýringum í nýggjum bygningum í Føroyum frá 1.januar 2024. Hetta gongur fram av uppskoti til kunngerð, sum hevur verið til hoyringar, og sum FNU og Veðurlagslóg NÚ hava gjørt viðmerkingar til.

Kemur seint

Yvirskipað halda feløgini, at hetta stigið, sum fremur átak 11 í orku- og veðurlagspolitikkinum, sum løgtingið samtykti í 2022, er ein týðandi liður til tess at tryggja, at útbyggingin av samfelagnum gerst burðardygg. Eisini hevur hetta eitt signalvirði, sum vísir, at politiska leiðslan í landinum tekur orku- og veðurlagspolitikkin í álvara.

Kunngerðin kemur í tøkum tíma. Upprunaliga var ætlanin, at hon skuldi koma longu í januar í fjør. Stutt tíð er til 2030, og tískil er umráðandi, at politiska skipanin heldur fast og ikki slakar í hesum málinum.

Má galda fyri øll hús

FNU og Veðurlagslóg NÚ halda tó, at ætlanin hjá samgonguni um at banna oljufýringum í nýggjum húsum frá 1.januar 2024 er ikki nóg munadygg. Skulu vit røkka málinum í Parísavtaluni um at øll orkunýtsla á landi skal vera 100% grøn í 2030, má kunngerðin fevna um øll hús, ið nýta upphiting, t.v.s. ikki bert nýggj hús, men eisini verandi hús.

Fyri tað fyrsta má kunngerðin seta forboð fyri, at nýggjar oljufýringar vera settar upp yvirhøvur, t.v.s. eisini í verandi húsum. Eisini má kunngerðin áseta, at oljufýringar í verandi húsum eiga at verða skiftar út sum skjótast - í seinasta lagi fyri 2030.

Í hesum sambandi mæla feløgini til, at politiska skipanin umhugsar átøk, sum stuðla undir orkuskiftið í eini skiftistíð. Tað kann vera við at lata fíggjarligt ískoyti til tey, sum skifta til varandi orkukeldur, og at áleggja teimum, ið nýta dálkandi brenni, ein CO2-skatt – sum tó ikki rakar sosialt skeivt.

Eitt av 25 átøkum

Sambært uppskotinum til kunngerð verður frá 1. januar 2024 ikki loyvt at leggja inn oljufýringar ella annan útbúnað, ið brúkar olju, gass, kol ella annan oljuúrdrátt, til at hita upp nýggjar bygningar, sum eru fevndir av byggilógini.

Kunngerðin er eitt av tilsamans 25 átøkunum, sum løgtingið samtykti í mai 2022, og sum skal skunda undir grøna orkuskiftið og minka útlátið av vakstrarhúsgassi.

FNU og Veðurlagslóg NÚ mæla til, at myndugleikarnir seta sær greið mál og gera eina neyva skráseting av hvussu nógv hús hava oljufýr. Og at hetta yvirlitið verður dagført, so at vit alla tíðina vita hvussu nógvar oljufýringingar eru eftir at skifta.

Hoyringsskrivið hjá FNU og Veðurlagslóg NÚ, sum er bólkur undir FNU


Uppskotið til kunngerð frá Umhvørvismálaráðnum


Orku- og veðurlagspolitikkurin


Oljufýringarnar eru á veg út. Í dag eru fleiri møguleikar fyri umhvørvisliga burðardyggari upphiting, sum yvir eitt longri tíðarskeið er kappingarført í prísi við oljufýra upphiting. Mynd: Umhvørvismálaráðið.

bottom of page