Náttúran er undir trýsti frá nógvum vinklum. Seyðabit er umfatandi og ikki øll plantusløg megna tað trýstið. Tøð eru eitt annað trýst, sum vit kanska forargast um í nakrar vikur meðan sprænt verður útyvir bø og ong, men gloyma síðani skjótt sterka luktin aftur.
Hóast hetta sprænaríið kanska ikki varar so leingi, so hevur tað varandi og ógvuliga negativar avleiðingar á lívmargfeldið.
Uppruna náttúrumargfeldið hevur tillagað seg til heilt serstakar umstøður í Føroyum, gjøgnum túsundavís av árum. Tí er føroyska náttúran heilt serstøk, hon trívist onga aðrastaðni, enn her. Men tá tað verður taðað, broytist umhvørvið øgiligt. Ein spræning av stórum nøgdum av føðsluevnum hevur ógvuslig árin á eina náttúru, sum hevur tillagað og vant seg við eitt føðslufátækt umhvørvi. Tað eru fá føroysk plantusløg sum megna at standa ímóti einum slíkum tilskoti, sum merkir, at lívmargfeldi á sprænda økinum broytist til nakað ókenniligt. At mann taðar á einum veltum bøi, er eitt, tí har er náttúran longu uppvelt og broytt. Men at taða framvið vegnum á nærum órørda náttúru, hoyrir ongastaðni heima, og tað gevur heldur ikki eitt íkast ella úrslit, sum uppá nakran máta kann vigast upp móti tí serstøku náttúruni, sum hvørvur í einum høggi.
Legg til merkis, næstuferð tú koyrir framvið einum taðaum lendi, hvussu nakið grótið er, ímun til har ongin tøð eru sprænd. Tær aldargomlu hvítu lívverurnar, skónirnar, eru fullkomiliga horvnar. Ein mynd sigur meir enn túsund orð, siga tey. Men nakið grót sigur sannleikan.
Brot tikið frá instagram vanganum hjá
Kolbrún í Haraldsstovu,
tiltakslimur í nevndini í FNU
Myndir: Kolbrún í Haraldsstovu
Comments