top of page

Altjóða vátlendisdagur var 2. februar



Tann 2. februar var Altjóða vátlendisdagur (World Wetlands Day). Á hesum degi varð sjóneykan sett á vátlendini og vitanina um tey.

Síðani 1700 talið eru nærum 90% av øllum vátlendum oyðiløgd, og tey hvørva tríggjar ferðir so skjótt sum skógir, sjálvt um vátlendini eru týdningarmiklar vistskipanir, sum hjálpa til við lívmargfeldinum og minka um veðurlagsbroytingarnar.

Vátlendini eru vistskipanir, sum í høvuðsheitinum eru uppbygd av vatni, og sum stýra umhvørvið og plantu- og djóralív.

Sjálvt um vátlendini bert fevna um áleið 6% av allari jarðaryvirflatuni, so antin búgva, ella ala, 40% av øllum plantu- og djóralívum í vátlendunum.

Í Føroyum hava vit eisini fleiri vátlendir, og við at tøma vátlendini og dálka tey, taka vit liviumstøðurnar hjá m.a. heiðafugli vekk.

Tað er av alstórum týdningi at vit varpa ljós á vátlendini, og eggja til varðveitan og endurbøtan av vátlendunum.

Hoyr nevndarlimin hjá FNU, Kolbrún í Haraldsstovu, í Góðan morgun Føroyar tosa um vátlendini og týdningin av teimum.






Comentarios


bottom of page