top of page

Altjóða lívmargfeldisdagur 2023


Lívmargfeldi (biological diversity) verður ofta skilt sum fjøllbroytni av plantum, djórum og smáverum, men tað umfatar eisini ymiskleikan í teimum ymsu djóra- og smáverusløgunum.

Lívmargfeldi tryggjar okkum mat, og tekur sær av okkara jørð, okkara vatni, veðri, og sjálvt luftina vit anda inn. Men tað er tó ikki fyrr enn nýliga, at vit eru byrja at tosa um lívmargfeldi.

Í desembur 2022 møttust stjórnarleiðarar frá uml. 200 londum at tosa um náttúru afturgondina. Á hesum fundi varð ein sáttmáli gjørdur, kendur sum Kunming-Montreal Altjóða Lívmargfeldis Ramman (Kunming-Montreal Global Biodiversity Framework). Í hesum sáttmála er ein áheitan um at verja 30% av jørð, høvum og vøtnum, og hevur sáttmálin 23 onnur heimsumfatandi mál til at hjálpa við at endurbøta, og verja vistskipanir og hótt djórasløg.

Veðurlagsbroytingar og lívmargfeldismissurin hongur saman, tí at lívmargfeldismissurin ger at vit hava veðurlagsbroytingar. Við at oyða og oyðileggja vistskipanir senda vit meira koltvíiltu í luftina, sum ger at jørðin hitnar. Náttúran hongur øll saman, og tí er tað týdningarmikið at vit síggja hana sum eina heild.


Grein um lívmargfeldi:



Comments

Couldn’t Load Comments
It looks like there was a technical problem. Try reconnecting or refreshing the page.
bottom of page