Leygardagin 23. apríl verður aðalfundur hjá FNU í Havstovuni, Nóatún 1. Byrja verður kl 16.00 við almennari framløgu frá Hákun Djurhuus, stjóra í SEV, um grøna orkuskiftið. Umleið kl 16.30 byrjar aðalfundurin, og verður skráin sambært lógum felagsins. Uppskot er komið um at gera broytingar i viðtøkunum (Grein 10).
Uppskotið sær soleiðis út:
1. Formaðurin bjoðar vælkomin
2. Val av orðstýrara
3. Val av skrivara
4. Ársfrágreiðing nevndarinnar.
5. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins.
6. Limagjald fyri komandi ár.
7. Val av nevnd og tiltakslimum sambært grein 8.
8. Val av grannskoðara.
9. Innkomin mál
10. Ymiskt
Kl. 19.00 byrjar árliga veitslan, og verður hon aftur í ár hildin saman við Fuglafrøðifelagnum. Kostnaðurin fyri ársveitsluna er 200 kr, og neyðugt er við tilmelding. Freistin at tekna seg til veitsluna er mikudagin 20. apríl. Hetta kann gerast við at senda okkum ein teldupost á fnu@fnu.fo
Vit vóna at síggja tykkum!