top of page

Umboðsráðsval hjá Betri

Grønu umboðini Gunnhild Dahl Niclasen og Sjúrður Hammer stilla upp til umboðsráðið hjá Betri, við tí einfalda ynski, at Betri skal taka sínar ognir (partabrøv og skuldarbrøv) úr kolvetnisvinnuni, ella ið hvussu er, at Betri ger tað gjørligt at frávelja slík partabrøv, tá ið pensiónspengar og annað skal investerast okkara vegna.

Fyri at kunna stilla upp hava tey tørv á 25 undirskriftum frá tryggingartakarum hjá Betri. Í hesum sambandi verða skrivstovuhølini hjá FNU og Fuglafrøðifelagnum í Bøgøtu 14 opin leygardagin (29/8) frá kl. 11-16, har til ber at fáa eitt prát við valevnini, og skriva undir. Gunnhild og Sjúrður hava verið nevndarlimir í ávikavist FNU og Fuglafrøðifelagnum, og eru framvegis virknir limir.

"Divestment" merkir í stuttum, at man tekur sín pening úr ávísum fyritøkum sum t.d. framleiða vápn, ikki virða mannarættindi ella kolvetnisvinnur, sum eru við til at skapa veðurlagsbroytingar. Við at leggja trýst á hesi feløg, eru vit við til at minka um virðið á tílíkum íløgum, og vit gera hesi feløg varug við, at tey mugu broyta teirra handilsmodell.

Ein týðandi partur av stríðnum ímóti veðurlagsbroytingum er at stovnar taka seg úr kolvetnisvinnuni, og vónandi fáa Sjúrður og Gunnhild høvi at ávirka, tá umboðsráðsvalið hjá Betri verður útskrivað í september.

bottom of page