top of page

Umhvørvisárinsmetingar ov vánaligar

Tað er ógvuliga álvarsamt, at umhvørvisgóðkenningin til vindmyllurnar við Eiði ikki var meiri enn hálv, og herfyri mátti takast aftur, tá hagastýrið og Fuglafrøðifelagið kærdu og vístu á manglar. Illa lýstar verkætlanir eru tíverri alt ov vanligar, og lógarverkið, sum skal tryggja lívfrøðiligt margfeldi og fólkaræði, er í mongum førum ikki tilstaðar. At dúva upp á áhugafeløg, er ikki nøkur haldgóð loysn fyri almennu umhvørvisfyrisitingina, sum átti at blivið raðfest nógv hægri, soleiðis at hon eisini fekk førleikar at meta um náttúru og at skipa veruligar mannagongdir, tá verkætlanir við avleiðingum fyri náttúru og umhvørvi liggja á tekniborðinum. FNU og onnur hava í áravís víst skiftandi samgongum á, hvussu ring støðan er, men umhvørvið hevur framvegis onga raðfesting av landsins myndugleikum. Trýstið á umhvørvið er nú blivið so mikið stórt, at ikki bert ein, men ein røð av lógum eru neyðugar, t.d. um náttúruvernd, útlát av veðurlagsgassum, kemikaliu, plast og ikki minst, at Føroyar - sum tað síðsta Norðurlandið - taka undir við Aarhus-sáttmálanum, so at verkætlanir, sum hava árin á umhvørvið verða fult upplýstar, fara til hoyringar, og at avgerðir kunnu skjótast inn fyri ein dómstól.

Í hesum førum var tað so heppið, at hagastýrið var vakið, men tað er meiri undantakið er reglan, tá fá eru tey, sum vilja standa fram og tala, tá tað er umhvørvið, sum verður fyri missi. Eigarar og heilar bygdir, verða lættliga keypt og tept, og ofta ganga valdsfólk við ymiskum seráhugamálum aftur í politisku skipanini. Sostatt hevur ein fakliga sterk náttúrufyrisiting alstóran týdning, fyri at umhvørvisgóðkenningar ikki verða givnar á tilvildarligum grundarlag.

Nýggj dømi, har umhvørvisvanlukkur hava fingið góðkenning uttan nøktandi viðgerð og hoyring, eru vatnorkuútbyggingin í Vatnsnesi, har vátlendi skapar góðar fortreytir fyri einum ríkum fuglalívi, umframt at økið er fornfrøðiliga áhugavert, alingin á Víkum, sum liggur fjarskotið frá øllum mannavirksemi, øll aling annars, sum hevur lagt seg á flestu føroysku firðirnar og sundini, og so endaleysu vega- og havnaútbyggingarnar, sum einans økja um tunga ferðslu og útlát av vakstrarhúsgassum.

Tað er ikki ókent, at upplýsingar, sum kunnu sáa iva um umhvørvisliga gagnið av eini verkætlan, verða duldar. Í umhvørvisárinsmetingini sum SEV hevur gjørt av vatnorkuútbyggingini við Vatnsnes, verður tað dult, at vátlendi binda koltvíiltu. Brotið, har lívfrøðingar hava lýst hvønn týdning vátlendi hevur fyri at binda CO2 er tikið úr almennu umhvørvisárinsmetingini. Útrokningar, sum eisini mangla, eru, hvussu nógv CO2, metan og láturgass verður útleitt undir bygging - frá tilfari og maskinum, tá vistskipanirnar í lendinum verða broyttar, og tá ið verkið einaferð skal takast úr rakstri. Verkætlanin verður somikið væl undirspæld, at tað sær út sum tað einans snýr seg um at gera tvær veitir.

At turrleggja áir og vátlendi við ríkum fuglalívi er ein vanlukka

Yvirfriðingarnevndin, sum hevur góðtikið ófullfíggjaðu umhvørvisárinsmetingina og givið loyvi til verkætlanina við Vatnsnes, skuldi verði avtikin, tí náttúrufakligi førleikin er ikki tilstaðar. Tørvur er so dyggiliga á eini fakligari fyrisiting, sum kann tryggja, at náttúruatlit verða tikin longu við byrjan. Eingin ivi er um, at náttúruøki koma væl við hjá mongum, bæði sum heilsubót og sálarbót, og síðan samfelagið í vár brádliga fór niður í ferð, eru tað mong, sum hava havt gleði av stórbæru náttúruni og lívinum uttan fyri bøgarðarnar. Tað er nógv at lata aftur fyri okkurt hissini aliloyvi og ómettandi tørvin á drívmegi til samfelagshjólini, nú bilarnar skjótt eru fleiri enn fólkini her á landi.

Hugtakið “grøn orka” verður svølgt ókritiskt og tískil misnýtt í stórt mát. Lat tað vera greitt, at øll orkuframleiðsla hevur eitt ávíst umhvørvisárin, og at fara eftir enn fleiri áum og vátlendi, er burtur úr vón og viti. Áirnar og vátlendið, sum eftir er, er ov dýrabart.

Vatn hevur leingi verið brúkt til at framleiða streym, og tað var ikki fyrrenn í 1975, at olja yvirhálaði vatnorkuna í Føroyum. Í 1993 kemur vindorka fyrstu ferð inn á netið, og seinastu 5 árini hevur orka frá vindi í miðal verið 17% av samlaðu streymframleiðsluni, meðan vatnorka hevur verið 33%.

Tað er ikki tilvild, sum ger, at olja er partur av orkublandinum, men eitt politiskt val. Tað eru politiskar og fyrisitingarligar avgerðir, sum verða tiknar, tá Sundsverkið verður útbygt, og tá leitað verður eftir olju í føroysku undirgrundini. Tá SEV selur orkuverkætlanir við einum lyfti um CO2-sparing, er tað tilvitað villleiðing. Samlaði orkutørvurin bara veksur og somuleiðis eisini oljunýtslan. Síðani 2012 tá fyrstu Enercon vindmyllurnar komu til Føroya, og settu ferð á vindorkuframleiðsluna, er streymframleiðslan frá olju økt 27%. Allíkavæl megnar SEV at sannføra bæði politikarar og teir myndugleikar, sum vit dúva upp á at umsita umhvørvið í Føroyum um, at orkan nú er grøn! Tí er neyðugt við eini veðurlagslóg.

Eingin ivi er um, at oljuleiting og orkuframleiðsla burtur úr olju her á landi skal steðga. Einstakar íløgur eru gjørdar í varandi orkukeldur, men onnur átøk eru eisini neyðug, skulu vit tosa um hugtakið “grøna orku”. Strembað má vera eftir at útvega orku nær brúkaranum, t.d. við at bygningar eru sjálvveitandi, og at skipa samfelagið, so at meiri fæst burtur úr tí, sum longu er bygt. Nógvir møguleikar eru, t.d. kundu fleiri bilar og sostatt eisini parkeringspláss verði spard. Um tøkni ikki er tøk, so mugu pengar verða settir av til gransking og útbreiðslu. Tilfeingið og plássið er avmarkað og um nøkur náttúra skal vera eftir, má orkutørvurin eisini vera á einum burðardyggum støði. Tí skal øll framleiðsla av orku gerast við skili og atliti til náttúru, og hetta merkir eisini, at nógva ferðin samfelagið koyrir við, má tillagast og setast niður.

Mynd: Jens-Kjeld Lógv er á reyðlistanum yvir hótt fuglasløg, men er spakuliga við at koma fyri seg aftur eftir eina stóra niðurgongd. Lógv, sum er vaðfuglur, verpur við Vatnsnes.

bottom of page