top of page

Loyvi givið at víðka vatnorkuframleiðsluna við Vatnsnes


Yvirfriðingarnevndin hevur givið SEV loyvi at grava veitir kring Vatnsnes, so at meiri vatn kann verða leitt til vatnorkuverkið hjá SEV í Botni. Loyvið er givið, hóast turking av lendi og áum hevur vælkendar umhvørvisligar avleiðingar.

Veitirnar verða, sambært SEV, yvir 2 km langar, og sum avleiðing av veitunum fer tilrenningarøkið, sum leiðir vatn í Hovsá, at minka 23%, og niðanfyri veitirnar fer økið at gerast turrari. Hetta ávirkar m.a. møguleikarnar hjá fugli at leita sær føði og førleikan hjá lendinum at binda CO2.

Serliga undrunarsamt er tað, at viðurskifti kring útlát av vakstrarhúsgassum eru ov illa lýst í umhvørvisárinsmetingini, m.a. tí at SEV hevur endurskrivað upprunaligu árinsmetingina og tikið partin burtur, har staðfest verður, at vátlendisplantur upptaka og binda CO2. Tíverri velur Yvirfriðingarnevndin ikki at fyrihalda seg til hesi viðurskifti, men metir harafturímóti at inntrivið ikki fer at viðføra nakran skaða á náttúruna í økinum, sum sambært Yvirfriðingarnevndini ikki er serlig.

FNU hevur mótmælt vatnorkuútbyggingini, og skipaði m.a. fyri einum mótmælisfundi í Ergidali í fjør. FNU hevur víst á, at áir og vátlendisvistskipanir eru týðandi náttúruvirðir, og at turrlegging viðførur minni gróður og kann økja um útlátið av vakstrarhúsgassum.

Tað er ræðandi, at einasti náttúrumyndugleiki í Føroyum ikki viðurkennir eginleikarnar vátlendi og áir hava fyri at økja lívfrøðiligt margfeldi og ikki minst upptøku av vakstrarhúsgassum. Avgerðin vísir enn einaferð, at friðingarnevndirnar ikki hava fakligu førleikarnar at viðgera mál um náttúru, og tí átti hendan skipan at verði avtikin, og ein verulig náttúrufyrisiting at komi ístaðin.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

bottom of page