Ársfrágreiðingin apríl 2019 - apríl 2020

May 28, 2020

 

Mótmæla vatnorkuútbygging við Vatnsnes

Mótmælistiltak í Ergidali 06.07.19, røðarar Marianna Debes Dahl og Ingilín Didriksen Strøm. í útvarpinum mars 2020 og tíðindaskrivi mars 2020 gjørt vart við at hagastýrið hevur givið loyvi til verkætlanina uttan at hava spurt eigarar av Dalshaga. Harumframt víst á at umhvørvisárinsmetingin ikki nóg væl lýsir útlát av vakstrarhúsgassum ísv. verkætlanina og lendisbroytingunum. Kært umhvørvisárinsmetingina til Umhvørvis, og innlendismálaráðið, og fingið svar um at FNU ikki hevur kærurætt.

 

Løgtingsvalið 2019

FNU, Ringrás og Fuglafrøðifelagið skipaðu fyri Fólkafundur umhvørvinum at frama í viðarlundini august 2019. Røðarar vóru Magnus Gaard, Guðrun Zachari

 

asen, Hjálmar Hátún og Katrin Petersen. FNU, Fuglafrøðifelagið og Ringrás skipaði harumframt fyri umhvørvisspurnarkanning av løgtingsvalevnum. 74 valevni luttóku í kanningini. Fólk fingu møguleika at svara somu spurningum, og kundu síggja hvat valevni tey vóru mest samd í, og deila úrslitið á facebook. Pallborðskjak “Hvussu varðveita vit náttúruna og gerast leys av oljuni” varð hildið í Norðurlandahúsinum mai 2019 við tveimum valevnum frá hvørjum politiskum flokki, umframt serfrøðingum.

 

Nýggjur samskipari Stuðul latin frá Aage Jensens fonde til FNU og Fuglafrøðifelagið til parttíðarstarv í 5 ár. Diana Krossá Kongsbak sett í starvið. Arbeiða við a leiga kontórhøli í miðbýnum.

 

Veðurlagsverkfall

Røðarar m.a. Bjørg Egholm, Elin Brimheim Heinesen, Tjóðhild Patursson, Ragnheiður Bogadóttir, Brandar Heðinsson, Marjun Syderbø Kjelnes. Talgilt veðurlagsverkfall undir korona.

 

Mótmæla aling á Víkum Í tíðindaskrivi víst á at friðingarmyndugleikarnir ikki hava givið loyvi til alingina á Víkum. Gjørt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og friðingarnevndina í Vágum vart við at aliloyvi er givið uttan loyvi frá friðingarmyndugleikanum. Einki svar frá friðingarnevndini í Vágum. Sambært Heilsufrøðiliga Starvsstovuni er tað ikki vanlig mannagongd at senda umsóknir um aliloyvi beinleiðis til friðingarmyndugleikan, og hfs væntar at kommunur vita hvørji øki eru friðað í kommununi.

 

Tiltak um fræ

Á Eplafestivalinum á Sandi, septembur 2019, skipaðu Slow Food, FNU og Elisabeth Skarðhamar Olsen fyri fræbýti og vitanardeiling um fræ.

 

Annað

Fund við Helga Abrahamsen, nýggjan landsstýrismann í Umhvørvis og Vinnumálum. Umrøtt varð at tørvur var á lóg um skerjing av útlati av vakstrarhúsútláti, náttúrumargfeldislógini og náttúrufyrisiting, at aling bleiv av kravinum um umhvørvisárinsmeting, at Århus-sáttmálin varð samtyktur í Føroyum, at játtan til umhvørvisvernd kom á fíggjarlógina og at FNU framhaldandi var fastur hoyringspartur í málum við avleiðingum fyri náttúru og umhvørvi.

 

Fund við arbeiðsbólk undir umhvørvis- og vinnumálaráðnum, um lóg/uppskot um at ferðast í náttúruni

 

Fund við rættarnevnd løgtingsins um náttúrumargfeldislógina

 

Fund við rættarnevnd løgtingsins um lóg um at banna óneyðugum einnýtisplasti

 

Sent viðmerkingar til Veðurlagspolitikk Føroya fram til 2030 (Heilsu- og innlendismálaráðið)

 

Tíðindaskriv um at náttúrumargfeldislógin hevur skund 02.05.19 og 24.10.19

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page