Aðalfundur og ársveitsla

Árligi aðalfundurin hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag verður leygardagin 16. mai á Havstovuni á Nóatúni 1. Byrjað verður kl. 17.00 við tveimum framløgum, hareftir verður skrá sambært lógum felagsins.

Olga Biskopstø fer at hugleiða um Føroyar, nú flog-støðgur er, og Elisabeth Skarðhamar Olsen fer at hava framløgu um matsjálvbjargni og búskaparrelatiónir.

Eftir aðalfundin verður ársveitsla kl. 19. Kostnaðurin fyri ársveitsluna er 200 kr, og neyðugt er við tilmelding. Freistin at tekna seg til ársveitsluna er mikudagin 13. mai á fnu@fnu.fo.

Av tí at fleiri enn 50 fólk ikki fáa samlast fyri tíðina, verður eisini neyðugt við tilmelding til aðalfundin og framløgurnar. Tað kann gerast við at skriva til fnu@fnu.fo. Fyri at limir, sum ikki hava møguleika at koma til fundin, eisini skulu fáa høvi at fylgja við, vera framløgurnar stroymdar. Lýst verður nærri við hesum, tá tað tekniska er komið uppá pláss.

Nýggir limir eru eisini hjartaliga vælkomnir.

Vinarliga

Nevndin

Nýggjastu tíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page