Í gjár var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í útvarpinum, umboðandi hagastýrið í Dalshaga. Landsstýrismaðurin, sum eisini situr í hagastýrinum, vissaði um, at hagastýrið hevði hoyrt eigarar í Dalshaga um ætlanirnar at avveita økið, og avvísti blankt, at nakað vátlendi var í Ergidali.
Áhugavert hevði verið at sæð gerðabókina, nær fundur við eigarar seinast hevur verið. Frá keldum hevur FNU fingið at vita, at eingin hagafundur hevur verið í Dalshaga í samfull 14 ár.
Hvat hevur hagastýrið at siga til hetta, og ber til at síggja í gerðabókini nakað, sum líkist eini samtykt frá eigarunum? Tá talan er um víðkan av orkuframleiðslu í einum óbygdum øki, er hetta málið so mikið umfatandi, at hagastýrið ikki einsamalt kann taka avgerð um at loyva tílíkari bygging. Serliga í hesum førum, tá eigarar eru, sum ikki ynskja útbyggingina.
Jú, víst er vátlendi í Ergidali.
Neyvan hevur Jacob Vestergaard lisið umhvørvisárinsmetingina, har tað ferð eftir ferð verður víst á fuglar, skordýr og plantur, sum trívast væl í váta lendinum í Ergidali. Í Suðuroy eru bert fá og lítil økir við mýru, og tí eigur man at vera eyka varin við at drena vátøkir í Suðuroy, sum Ergidal.
Í teimum frálíku uppruna-umhvørvisárinsmetingunum, sum SEV seinni umskrivaði, men sum FNU hevur fingið innlit í, stendur, at “Ein vandi við avveiting er, at væta er frálík CO2 (koltvísúrni) goymsla. Bæði jørðin sjálv og summar vátlendisplantur virka sum tílíkar goymslur.” Men tíverri var alt, sum snúði seg um eginleikarnar hjá lendinum, sum so væl upptekur og bindur koltvíiltu, sett til síðis av SEV í almennu umhvørvisárinsmetingini og løgið nokk eisini av Yvirfriðingarnevndini. SEV tók tann partin – sum kanska var tann mest týðandi – úr umhvørvisárinsmetingini, soleiðis at niðurstøðurnar kundu bera boðskapin hjá SEV í ljósmála, heldur enn tann hjá lívfrøðingunum.
Ein orsøk til, at FNU og Fuglafrøðifelagið kærdu, at umhvørvisárinsmetingin hjá SEV bleiv góðkend, var, at tølini fyri útlát av vakstrarhúsagassum, eru ógvuliga langt frá veruliga útlátinum, sum roknast kann við verður frá útbyggingini í Ergidali. SEV vísir í umhvørvisárinsmetingini bert til útlátið, sum verður spart, um orkan sum væntandi hevði verið framleidd eftir útbyggingina í Ergidali, ístaðin var blivin útvunnin úr olju. Niðurstøðan hjá SEV er, at útbyggingin ber við sær, at útlátið minkar við 870 tonsum av CO2 um árið. Alt sum stóð um útlát í upprunaligu umhvørvisárinsmetingini er so snøgt reinsað burtur. Hetta kærdu FNU og Fuglafrøðifelagið, og gjørdu vart við, at útlát av vakstrarhúsgassum frá útbyggingini í Ergidali mátti lýsast betur.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag