top of page

FNU og Fuglafrøðifelagið fingið stuðul til at seta samskipara

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Fuglafrøðifelagið hava fingið fíggjarligan stuðul frá einum donskum grunni, sum eitur Aage V. Jensens Fonde, til at seta ein løntan samskipara/skrivara at arbeiða fyri FNU ein dag um vikuna, og Fuglafrøðifelagið ein dag um vikuna, í fimm ár.

Okkara ætlan og vón við starvinum er, at vit fáa møguleika at fara í dýpdina við ymsum evnum innan umhvørvi, og at felagið megnar betur at umboða sínar limir kring Føroyar, sum vísa á inntriv í náttúruni. Sum heild ynskja vit, at náttúruvernd og umhvørvi framyvir skulu fáa hægri raðfesting politiskt. Vit vóna sjálvandi eisini, at tað gerst meiri spennandi at gerast virkin og vera við til at skipa fyri tiltøkum, mótmælum, túrum ella øðrum, sum áhugi er fyri.

Samstarvið við Fuglafrøðifelagið um eina felags skrivstovu ger eisini, at feløgini kunnu arbeiða saman um felags áhugamál.

Vit vilja heita á øll, sum hava áhuga í hesum starvi, at senda eina umsókn, ella at preia fólk, sum høvdu hóskað seg til starvið.

bottom of page