Nú stundar til løgtingsval, og í hesum sambandi verður fólkafundur um umhvørvi, náttúruvernd og veðurlagsbroytingar í viðarlundini í Havn, har sum pisurøður plaga at verða hildnar.
Tað eru Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Ringrás sum skipa fyri.
Byrjað verður kl. 16, har møguleiki verður at hoyra megnar røður og tónleik. Vit bjóða eisini kaffi, te og vaflur, og heita á fólk um at hava egnan kopp við.
Rani Nolsøe og Silja Johannesen fara at spæla nøkur løg og røðararnir eru:
Magnus Gaard, lívfrøðingur
Guðrun Zachariasen, lækni
Katrin Petersen, Veltan
Jógvan D. Hansen, heimspekingur
Hjálmar Hátún, havfrøðingur
Vit vóna at vit fáa ein góðan og gevandi fólkafund og eitt umhvørvisgott løgtingsval. Saman kunnu vit gera mun í mun til umhvørvisvernd og veðurlagsbroytingar!
Mynd: Ringrás