Fólkafundur umhvørvinum at frama leygardagin 24. august

August 21, 2019

Nú stundar til løgtingsval, og í hesum sambandi verður fólkafundur um umhvørvi, náttúruvernd og veðurlagsbroytingar í viðarlundini í Havn, har sum pisurøður plaga at verða hildnar.

 

Tað eru Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag og Ringrás sum skipa fyri.

 

Byrjað verður kl. 16, har møguleiki verður at hoyra megnar røður og tónleik. Vit bjóða eisini kaffi, te og vaflur, og heita á fólk um at hava egnan kopp við.

 

Rani Nolsøe og Silja Johannesen fara at spæla nøkur løg og røðararnir eru:

 

Magnus Gaard, lívfrøðingur

Guðrun Zachariasen, lækni

Katrin Petersen, Veltan

Jógvan D. Hansen, heimspekingur

Hjálmar Hátún, havfrøðingur
 

Vit vóna at vit fáa ein góðan og gevandi fólkafund og eitt umhvørvisgott løgtingsval.

Saman kunnu vit gera mun í mun til umhvørvisvernd og veðurlagsbroytingar!

 

 

 Mynd: Ringrás

 

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page