Uppskotið til veðurlagspolitikk er ein ætlan fyri hvørji átøk skulu setast í verk við tí endamáli at fylgja París-sáttmálanum, sum áleggur londum at minka um útlátið av veðurlagsgassumn, so at heimsmiðalhitin ikki hækkar meiri enn 2 gradir, og helst ikki meiri enn hálvaaðru grad. Tí er tað ørkymlandi at arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskotið til veðurlagspolitikkin, metir at tað ikki er realistisk at Føroyar minka útlátið í samsvari við tilmælið hjá IPCC, og setir málini í veðurlagspolitikkinum lægri enn hetta tilmæli (fyri útlátið á landi 45% fram til 2030, og útlátið á sjógvi við 50% í 2050). Tilmælið er, at samlaða heimsútlátið gerst 45% lægri í 2030, samanborið við útlátið í 2010. Hetta fevnir um alt útlát – á landi og á sjógvi og flogi, og hetta er vísindaliga grundað tað sum krevst fyri at heimsmiðalhitin ikki skal hækka ov nógv. Serliga kann væntast at útlát frá tungum ídnaði verður truplari at lækka enn útlátið á landi, og tí átti veðurlagspolitikkurin at veri meiri framsøkin viðvíkjandi útlátinum á landi, og harumframt havt sum mál at avmarka tungan ídna og flogferðslu.
Uppskoti til veðurlagspolitikk snýr seg einans um tøkniligar loysnir, og hetta bendir á eina smala fatan av teimum átøkum, sum eru neyðug fyri at lækka útlátið. Í stóran mun dúvar veðurlagspolitikkurin uppá, at tøkniligar loysnir koma aðrastaðni frá, og tosað verður m.a. um menningina av brennievni við minni útláti og brennievni við ongum útláti, sum skal vera við til at fremja sokallaða “reinorkuskiftið”. At trúgva uppá at tað letur seg gera at halda áfram við eins høgari materiellari framleiðslu og ovurnýtslu, sum er í dag, er at útseta ein trupulleika, sum má takast í álvara, og sum man noyðist at reagera uppá heldur í dag enn í morgin.
Náttúran er yvirhøvur ikki nevnd í uppskotinum til veðurlagspolitikk. Varðveitsla av náttúru er tað sum hevur størstan týdning fyri at binda koltvíiltu, og at taka hana út luftini. Tað er illa frágingið tá man ger ein veðurlagspolitikk og ikki tekur hædd fyri tí mest týðandi partinum. Harumframt saknar FNU at veðurlagspolitikkurin tekur átøk við, sum høvdu minkað um orkutørvin í samfelagnum. Tað eru fleiri átøk sum kundu gjørt samfelagið minni orkukrevjandi og sum eisini høvdu gagna samfelagnum uppá aðrar mátar, t.d. við betri fólkaheilsu og minni ójavna. Í dag fyllir bilaferðslan ógvuliga nógv, og tað er avmarkandi ikki at hava egnan bil. Harafturat er orkukrevjandi ídnaður og búskapur tvinnaði ógvuliga tætt saman. Átøk skuldu m.a. gjørt tað lættari at liva og arbeitt uttan at tað var neyðugt at hava egnan bil, umframt minka um virksemi, sum hevur eitt høgt útlát, so sum flogferðsla, og beint fokus á heilsu og náttúru, heldur enn verandi einsíðuga krav um búskaparligan vøkstur.
Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag