top of page

Pallborðskjak um veðurlagsbroytingar 15. mai


Ringrás og FNU skipa í samstarvi við Norðurlandahúsið fyri pallborðskjaki um orku, veðurlagsbroytingar og náttúruvernd. Avleiðingarnar av mannaskaptu veðurlagsbroytingunum gerast alsamt týðiligari, og vit verða mint á, at vit mugu seta átøk í verk beinanvegin fyri at basa teimum. Sambært IPCC er neyðugt at minka útlátið við heili 45% fram til 2030 í mun til útlátið í 2010.

Men hvat skulu vit í Føroyum so ítøkiliga gera fyri at minka um okkara útlát? Og hvussu varðveita vit samstundis okkara náttúru? Hetta koma umboð úr teimum 8 politisku flokkunum, sum stilla upp til komandi løgtingsval, at kjakast um. Til kjakið verður eitt toymi av serfrøðingum, sum hevur møguleika at koma við rættleiðingum og viðmerkingum, um tey halda tað vera neyðugt og gagnligt fyri kjakið. Umboðini í faktatjektoyminum vera: - Ragnheiður Bogadóttir, humanvistfrøðingur - Kári Mortensen, deildarleiðari á Orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni - Bogi Hansen, havfrøðingur - Jógvan D. Hansen, heimspekingur Skrá: Kl. 19:00: Fyriskipararnir bjóða vælkomin og orðstýrarin presenterar skránna Kl. 19:05: Fyrilestur Kl. 19.20: 1. kjakumfar Kl. 20.10: Steðgur Kl. 20:25: Bárður Persson undirheldur við einum hugvekjandi skemtitátti Kl. 20:35: 2. kjakumfar Kl. 21:10: 3. kjakumfar Kl. 21:45: Spurningar frá salinum Kl. 22:00: Liðugt GG! Skráin verður møguliga broytt smávegis. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinun tann 15. mai, men tey, sum ikki fáa komið, kunnu fylgja við umvegis internetið, tí tiltakið verður stroymað! Leinkið verður deilt á heimasíðuni hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og á facebook her.

bottom of page