Fyrilestrar, aðalfundur og ársveitsla

March 18, 2019

FNU hevur aðalfund 30. mars kl. 16 á Føroyamálsdeildini (V. U. Hammershaimbsgøtu 22)

 

Vit byrja fundin við framløgum, har yvirskipaða evnið er umhvørvi og búskapur. Unn Kragesteen heldur 

fyrilestur um 'Pengar, skuld og náttúra' og Jóannes Jacobsen heldur fyrilestur um Vistfrøðiligan búskap.

 

Hareftir verður skrá sambært lógum felagsins.

 

Vit bjóða kaffi, te og okkurt aftur við frá VistGrøði.

 

Eftir aðalfundin verður ársveitsla kl. 19, sum verður hildin saman við Lívfrøðingafelagnum, 

Fuglafrøðifelagum og Ringrás. Farið verður oman á Essabarr, har vit fáa vegetariskan rætt og omaná. 

Kostnaðurin er 225 kr, ikki íroknað drykkivørur, og goldið verður sama kvøld. Freistin at tekna seg er 

hósdagin 21. mars á fnu@fnu.fo.

 

Vit vóna eisini, at tit minnast til at gjalda árliga limagjaldið, sum er 100 kr. á konto 9181-4409819. Viðmerkið "navn" og "limagjald". Limagjaldið hevur alstóran týdning fyri felagið, tí hetta er einasta inntøkan, sum FNU hevur.

 

Møtið fjølment!

 

Við grønari kvøðu

Nevndin í FNU

 

 

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page