Velja tit oljuna, vraka tit samstundis eina grøna framtíð

Opið bræv til Føroya Løgting og Landsstýri.

Nú uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til oljuleiting liggur til ummælis, fer FNU at tala at tí ábyrgdarloysi og líkasælu sum sýnd verður úr evsta valdi Føroya.

Oljuframleiðsla á djúpum havi er høpisleys, nú ið vit uppliva stórar og álvarsamar veðurlagsbroytingur elvdar júst av olju, koli og gassi. Við at stuðla oljuleiting ger landsstýrið seg inn á rættin hjá Føroya fólki til eina grøna framtíð. At lata tilvildarlig áhugamál eftir náttúrutilfeingi stýra føroyskum politikki, kann ikki góðtakast, og tað er okkara ábyrgd at skapa karmar, sum taka hædd fyri umhvørvi og náttúru.

Løgmaður hevur tikið undir við, at Føroyar sum tjóð skulu seta átøk í verk fyri at tálma veðurlagsbroytingunum. Tí skuldi Føroya landsstýri heldur enn at lagt orku í oljuleiting, farið í gongd við eina grøna heildarætlan fyri Føroyar. Setið tykkum mál fyri umhvørvið, so vit kunnu hava umhvørvið við í øllum politiskum avgerðum. Tosað hevur verið um náttúrulóg og nýggja umhvørvislóg í áratíggju, men uttan at nakar hevur víst vilja til at fremja hesa alneyðugu uppraðfesting av umhvørvinum. Tað ber ikki longur til at liva av gomlum dreymum um at finna olju, tí oljan hoyrir ikki framtíðini til.

Tað er neyðugt at fara til verka við at broyta okkara samfelag - nú!

Vinaliga

Nevndin í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Mynd: Ringrás

Nýggjastu tíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page