top of page

Ergidalur má ikki leggjast undir vatn

Ergidalur, har fornleivdir eru funnar eftir búsetingum frá víkingatíðini, skal eftir ætlan gerast til pumpuverk hjá SEV. Uppmátingar eru gjørdar, og ætlanirnar vóru lagdar fram á almennum kunningarfundi í Skúladeplinum í Suðuroy í farnu viku. Men søgan og náttúran í Ergidali er serstøk, og friðingarmyndugleikar áttu at tala fyri, at Ergidalur fær frið. Friðingarmyndugleikarnir eru nemliga teir einastu sum kunnu tryggja, at samfelagsplanleggingin fer fram við skili, so at náttúra og mentanararvur ikki hvørva. Vónandi kemur friðingarnevndin fyri Suðuroyar sýslu skjótt við greiðum útmeldingum um hví Ergidalur skal varðveitast.

Men at friðingarmyndugleikin verður spurdur sum seinasta lið í eini viðgerð er ikki nøktandi. Avleiðingarnar á náttúru og umhvørvi áttu at verði lýstar longu áðrenn almennar ætlanir verða samtyktar. Serliga er orkupolitiska ætlanin, sum fyri stuttum varð snikkað til, ein vanlukka, tí hon ikki tekur hædd fyri náttúru, umhvørvi og mentanararvi. Nógv eru dømini um vánaliga tilrættislegging. Eitt er Eiðisverkið, sum tømdi allar áirnar, sum leiða fekst vatn út á hav. Í Funningsfirði er vatnútskiftið í firðinum av hesi orsøk, minkað burtur í einki, og tá ið turrveður er, hevur eitt nýtt fyribrigdi tikið seg upp – reyðalga, sum litar allan firðin reyðan. Alingin í økinum ger ikki støðuna betri, og nógva lívið í firðinum er nú burtur.

Tað hevur einki upp á seg at oyða náttúruna í einum samfelag við manglandi lógum og veikum náttúrumyndugleika. Hóast mótmæli og fólk, sum gera vart við teirra ónøgd, verða brot á umhvørvissamtyktir í heilum framd. Á Víkum er aliringur settur upp, Kaldbaksfólk sluppu ikki at varðveita fjøruna, og Havnarútbyggingin og spreingingarnar á Glyvursnesi eru blivin beiskur veruleiki. Næst í røðini er Ergidagur, sum ikki bert er rík náttúra, men eisini hevur siðsøguligan týdning.

Fyri at náttúran í Føroyum skal fáa ta verju, sum hon hevur tørv á, mugu sterkir stovnar umboða náttúruna og umhvørvið. Hesir stovnar mangla, við tí úrsliti, at Føroyar eru væl á veg at verða umskapaðar til eitt stórt ídnaðarøki. Einaferð var ein Agenda21 stova í Føroyum – ein stovnur sum saman við kommununum skuldi skipa burðardygga menning kring landið, men hetta arbeiði varð niðurlagt í 2015. Játtanin varð tikin av fíggjarlógini, og eftir stendur einans Umhvørvisstovan, sum ikki vil fáast við náttúruspurningar. Fólk kring landið eru ørkymlað og rópa fyri deyvum oyrum, og hóast nógv politiskt tos hevur verið um tey 17 heimsmálini, burðardygga menning og annað grønt, so sæst einki til hetta, tá tað kemur til stykkis. Skil má koma í føroyska náttúruvernd, og hetta er bráðneyðugt!

bottom of page