top of page

Fundur um náttúruvernd og orkuútbygging mikudagin kl. 16

Siti eg í dali inni, vøkur eru summarminni.

Láin letur, løkur teskar, og mín tunga kelduvatnið leskar.

Prúður ert tú fagri dalur, skrýddur eins og himnasalur.

Fuglaljóð um grønan vøll, norðljós yvir høgu fjøll.

Bessavatnið, fleyrið kínur, heiður himin sólin skínur.

Summarlotið lætta mjúka, hoyrist yvir dalin strúka.

Dalar, vøtn og vøkur minni, goymi eg í hjarta inni.

Kvøldarkvirra dýrd og ró, sálin durvar, hon er móð.

Fundur um náttúruvernd og ætlaðu orkuútbyggingina við Ergidal og Vatnsnes verður í fundarhølinum á ovastu hædd í Býarbókasavninum í Havn mikudagin 19/9 kl. 16.

Umrøtt verður hví náttúra er undir trýsti, hvat ein grønur politikkur í grundini merkir og hvussu vit kunnu ávirka politiskar avgerðir, soleiðis at friðað vøtn ikki verða brúkt til framtíðar orkuframleiðslu.

Skrá:

Kl 16. Vælkomin Framløga um vatnbyrgingar og veðurlagspolitikk Framløga um Ergidal Kjak og ráðlegging

Enda verður áleið kl. 18.

Tey ið ikki eru limir, kunnu tekna seg sum lim í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag á fundinum.

Møtið fjølment!

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

bottom of page