Hjólvelting fríggjadagin 7. september

September 5, 2018

 

Vit hittast við egnum súkklum á Glasi. Súkkluverkstaður verður frá kl 12, og Mariann Hansen hitar upp kl. 15.25, og stutt eftir hetta eru vit klár at súkkla.

Ætlanin er, at hetta skal vera ein hugnaligur og døllutur súkklutúrur ígjøgnum Havnina. Vit fara at yvirtaka vegin við at fylla hann við súkklum.

Fyri at gera súkklutúrin stuttligari, eru fólk vælkomin at prýða súkklurnar til høvið og eisini nýta ringiklokkurnar, men mest av øllum ynskja vit at njóta ein góðan súkklutúr.

Ferðast Grønt bjóðar okkurt leskiligt í Posthúskjallaranum aftaná súkklutúrin.

 

Tiltakið er fyri øll.

 

FNU byrjaði Hjólvelting á sumri 2016. Síðani hava fleiri Hjólveltingar verið í Havn og í Klaksvík. Ætlanin er at Hjólvelta allar Føroyar!

 

Eg súkkli (ein yrking)

 

Eg súkkli dagin í gongd,

fái samfelagshjólið at trilla.

Eg súkkli blóðið í ring,

so eg kann reisa upp úr svøvni.

Eg súkkli fyri eini betri verð,

har sum ”eg” blívur til ”vit”.

Eg súkkli spakuliga fram við hjá fólki,

so at eg kann náa at vitja tey.

Eg súkkli úti í frískari luft,

har ið regndropar dansa og vindurin syngur.

Eg súkkli fyri at vera menniskjað,

har sum sálin ikki dettur av bagaguberaranum hjá likaminum.

Eg súkkli, tí næstan øll koyra,

ja koyra hvør sær í ov nógvum bilum.

Eg súkkli fyri at fáa teg við,

tí allar súkklur leingjast út í frælsi.

 

(Napoleon Smith)

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page