Einar grønar Føroyar uttan náttúru?

August 17, 2018

Tað gav vón, tá politisku flokkarnir fyri trimum árum síðan boðaðu frá ynskinum um eina grøna kós. Ferð skuldi koma á eitt grønt orkuskifti og málið var, at í 2030 skuldi øll elorka á landi koma úr varandi orkukeldum. Men vónbrotið er stórt, nú tað vísir seg, at fatanin av einum grønum samfelag einans er avmarkað til elbilar og eina elektrifisering, sum á ongan hátt fær vend í ovurstóru orkuframleiðsluna.

 

Orkupolitiska ætlanin, sum í juni í ár varð handað landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, fer ikki at førka okkum nærri einum grønum samfelag. Frágreiðingin kundi eins væl verið skrivað av einum orkufelag við eittans áhuga í at økja framleiðsluna av orku. Mistakið er, at arbeiðsbólkurin tekur støði í uppáhaldinum um at tøkni í sjálvum sær kann loysa orkuavbjóðingarnar, og hevur skúgva til viks ta sannroynd at broytingar í nýtslu og framleiðslu mugu stuðla uppundir eitt grønt orkuskifti.

 

Í 2009 varð Veðurlagspolitikkur Føroya einmælt samtyktur, við tí endamáli at skerja útlátið av veðurlagsgassum; og sambært París-sáttmálanum, sum var undirskrivaður í 2016, skulu Føroyar eins og aðrar tjóðir seta átøk í verk til tess at fremja grønar samfelagsbroytingar. Ein orkupolitikkur er eitt amboð til at skerja høga útlátið av veðurlagsgassum, men henda skylda er onkursvegna gloppin niðurímillum ella misskilt, og ístaðin er endamálið við nýggju orkupolitisku ætlanini at framleiða streym til ein støðugt vaksandi orkutørv. Um alheims útlátið av veðurlagsgassum skal lækka kann eitt skifti frá svartari til grøna orku einans fara fram við broytingum í orkunýtslu, og hesum er hædd ikki tikin fyri í orkupolitisku ætlanini. Úr einum umhvørvissjónarmiði eru tilmælini í ætlanini ikki nøktandi, tí tey fara at elva til at nógv náttúra í Føroyum óneyðugt verður oydd. Áir og vøtn eru í vanda fyri at verða brúkt til orkuframleiðslu, og fyrireikingarnar eru longu byrjaðar ymsastaðni í landinum, uttan at nakar kunnandi fundur hevur verið um náttúruavleiðingarnar av ætlaðu inntrivunum. Eingin lóg ella fyrisiting, sum varðar av náttúruvernd, er í Føroyum, og tískil er orkupolitiska ætlanin beinleiðis vandamikil fyri náttúruvirðir og lívfrøðiligt margfeldi.

 

Tørvur er á politiskum avgerðum, sum fara at gera tað lættari at liva grønt og sum seta krøv til dálkandi virksemi. Enn er samgongan ikki komin á eina grøna kós, men hevur tvørturímóti júst latið úr hondum eina ætlan, við tilmælum um at brúka náttúruna til ein ótálmaðan orkuvøkstur. Hetta er ikki ynskiligt, og prógvar, at sokallaði grøni politikkurin, sum verður førdur í Føroyum, er lítið annað enn ein grønur hamur, sum ikki klæðir okkara fólkavaldu serliga væl.

 

Mynd: Dimmalætting

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page