FNU hevur fingið áheitan um at gera viðmerkingar til frágreiðing um laksaaling í Føroyum. Tað er amerikanski eftirlitsfelagsskapurin Monterey Bay Aquarium Seafood Watch, sum hevur sett seg í samband við FNU. Frágreiðingin byggir á upplýsingar um alivinnuna, sum eru fingnir til vega gjøgnum alivinnuna, ymsar føroyskar stovnar, myndugleikar og granskarar. Høvuðsviðmerkingarnar hjá FNU snúgva seg um tørvin á, at umhvørvisárinsmetingar verða gjørdar, og at ábyrgd verður tikin fyri dálking og burturkasti frá aling. Tað eru serliga mannagondirnar, tá aliloyvi verða givin, sum eiga at verða betraðar. Her skulu atlit takast til náttúru, landslag og margfeldi, almenningurin skal takast við áðrenn avgerðir verða tiknar, og tað skal verða gjørligt hjá almenninginum og náttúrverndarfelagsskapum at kæra aliloyvi. Harafturat eigur alarin at tryggja, at kemikaliur og lívrunnið burturkast frá aling ikki verður ført út í náttúruna, men verður verandi í eini stongdari framleiðsluskipan. FNU vísir eisini á øktu nýtsluna av feskvatni í alivinnuni, sum kann gerast ein trupulleiki, tá ið turkur er í Føroyum um summarið. Umframt at dálka, so avmarkar nógva alingin atgongdina hjá íbúgvum til firðirnar, sum altíð hava havt stóran týdning fyri fólk. Samanumtikið er tilmælið frá FNU, at umhvørvismerkingin hjá Monterey Bay Aquarium Seafood Watch verður ásett í samsvari við tey umhvørvis- og náttúruárin, sum laksaalingin í Føroyum elvir. Áðrenn hædd varð tikin fyri viðmerkingunum frá FNU, var laksur, aldur í Føroyum, mettur at fáa eitt miðal ummæli. FNU vísti á, at frágreiðingin ikki hevði rættar upplýsingar viðvíkjandi umhvørvisárinsmetingum, og mælti til, at skoðsmálið endurspeglaði tørvin á eini betri skipaðari laksaaling. Í verandi løtu metir FNU ikki, at ábyrgd verður tikin fyri dálkingini í alivinnu, og heldur ikki, at fólkaræðisligar mannagongdir verða fylgdar, tá aliloyvi verða útflýggjað.
