Gongutúrur fyri friðing á Víkum

June 29, 2018

8. juli verður skipað fyri gongutúri til Fjallavatn og Norð á Munna. Staðkønir ferðaleiðarar vera við á túrinum, sum er eitt frálíkt høvi hjá øllum áhugaðum at uppliva hugtakandi landslagið og útsýnið til Víkar.

 

Farið verður frá Vatnsoyrum kl. 13 og túrurin varir áleið 5 tímar. Havið matpakka við, og góðar gangiskógvar.

 

Bussur koyrir, og tey, sum koma við bussi gjalda 50 kr, og neyðugt er tá eisini við tilmelding, sum fer fram á fnu@fnu.fo.

 

Hetta fjarskotna økið hevur frá fyrsta degi fest seg í hugaheimin hjá fólki. Huldukonurnar, sum seyðamaðurin á Sondum rendi seg í, búðu í hesum økinum, og tað var á Víkum at Ketil og Kálvur ein óveðursdag vóru farnir at leita eftir rekaviði til árar. Kópur er eisini á Víkum, og aling er til stóran ampa fyri kópin, sum verður skotin kemur hann ov nær alibrúki.

 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag varð stovnað í 1980, tá ætlanir vóru um at brúka Fjallavatn til streymframleiðslu. Tá eydnaðist tað at friða vatnið, sum eisini er næststørsta vatn í Føroyum. Hetta var ein stórur sigur fyri føroysku náttúruna, og tíbetur ber framvegis til at njóta vatnið, áirnar og stórfingna langslagið. Nú er økið aftur hótt, og hesa ferð er tað laksaling, sum skal vera á Víkum. Tað er okkara vón, at náttúran á Víkum verður varðveitt og framhaldandi fer at skapa gleði hjá komandi ættarliðum.

 

 

 

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page