top of page

Àrsaðalfundurin hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) varð hildin síðsta leygardag, tann 28. a


Nevndin 2018

FNU hevur í fleiri ár havt stórar nevndir, tann seinasta taldi 10 nevndarlimir, men á aðalfundinum leygardagin varð skotið upp og samtykt, at FNU skuldi hava eina nevnd við 5 fólkum fyri at effektivisera samskiftið. Í nevndina komu: Theresa Jákupsdóttir, Sanna Andrassardóttir Dahl, Martin á Fløghamri, Selma Dahl Erol og Annika Bolton Mortensen. Tiltakslimir eru: Gunnhild Dahl Niclasen, Borghild á Fløghamri og Haldis Johnsdóttir Carlsson. Nevndin fer at skipa seg á komandi fundi.

Eingin ivi er um, at áhugin millum føroyingar fyri náttúru- og umhvørvismálum er vaksandi. Hetta hevur eisini speglað seg aftur í nógva virkseminum hjá FNU seinasta árið:

- FNU, Ringrás og West Nordic Studies samstarvaðu um at mótmæla útbjóðingina av føroysku undirgrundini til altjóða oljuvinnu. Mótmælisskriv vóru gjørd, skipað varð fyri mótmælisgongu við Smæruna í Havn og Ingmar Valdemarson á Løgmansbø luttók í kjaki í Degi og viku við Ben Arabo.

- FNU skipaði fyri trimum hjólveltingum. Til umhvørvisvikurnar (UV) í Havn og Klaksvík, og saman við Fólkaheilsuráðnum.

- VistGrøði, sum er sprottið úr FNU hevði sítt fyrsta sølutiltak á UV í Havn, eftir hetta varð felagið stovnað og hevur síðani havt lagursølu javnan. VistGrøði, sum arbeiðir við at minka um plast og pakkitilfar, bjóðar limum vistfrøðiligar matvørur í leysvekt.

- Síðst í august mánaði fekk FNU vitjan av norðurlendsku systurfelagsskapunum, tá árliga norðurlendska umhvørvisráðstevnan varð hildin í Føroyum. Í hesum sambandi varð skipað fyri fyrilestri við Andra Snær Magnasyni- íslendskur umhvørvisaktivistur og rithøvundur- í Perluni í Havn. Eftir fyrilesturin var pallborðskjak. Perlan var fullsett.

- FNU hevur arbeitt nógv við at friða Víkar. Vit hava søkt um at fáa økið friðað, hava kært aliloyvi og umhvørvisgóðkenningina og hava savnað nærum 1500 undirskriftir inn kring alt landið.

- Nevndarlimir í FNU eru komnir við í ymisk samstørv: ABC samstarvið fyri sálarheilsu. Fiskimálaráðið um lendisætlan, brúksskyldu og at velta burtur úr nýggjum. Og í samstarv um Orkupolitikk í Heilsu-og Innlendismálaráðnum.

- FNU hevur verið nógv í fjølmiðlunum seinasta árið. Um t.d. sprongileidningar, nýggja Sundsverkið, sum skal byggjast, um Víkar, í Radaranum um náttúruvernd og í august sambandi við ráðstevnuna. Har afturat eisini greinir og viðtøl í Dimmalætting og Sosialinum.

- FNU hevur verið hoyringspartur í sambandi við Stjórnarskipan Føroya og lógina um skjóttgangandi bátar. FNU hevur verið á fundi í Innlendismálaráðnum um náttúruverndarlógina, og vit hava verið á fundi við samgonguna, har vit greiddu frá okkara arbeiði sum heild, við høvuðsdenti á alingina við Víkar.

- FNU er í samráðingum við Mentamálaráðið um at fáa Grønar skúlar í Føroyum. Í útlondum kallast henda skipan Eco Schools. Talan er um at fáa skipaða undirvísing í umhvørvi og burðardygd.

- FNU hevur havt fund við nýstovnaðu menningardeildina í Visit Faroe Islands, um at skipa ferðavinnuna í Føroyum.

FNU hevur nógvar limir, sum vilja hjálpa til, og enn hevur ov lítið verið gjørt at samskipa hetta. Á fundinum var semja um, at fleiri limir skulu sleppa til verka, og at hetta arbeiði skal setast í gongd.

Enn er alt arbeiðið í FNU ólønt, men á aðalfundinum var semja um, at tey, sum brúka nógva tíð upp á arbeiðið í FNU eiga at fáa løn, og hetta er eitt sum nýggja nevndin fer at arbeiða fyri.

bottom of page