Nógv at stríðast fyri hjá FNU

Áhugin fyri umhvørvinum er ógvuliga stórur millum føroyingar og er eisini vorðin meira sjónligur. Hetta er gleðiligt, og fer vónandi at gera sítt til ítøkilig átøk, so at vit í Føroyum minka um útlátið av veðurlagsgassum, skapa minni rusk, fáa eina fjøltáttaða náttúru og gerast meira sjálvveitandi við vistfrøðiligum rávørum.

Í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag ber til hjá øllum við áhuga fyri umhvørvinum at vera við til at broyta samfelagið. Tí vóna vit at síggja nógv nýggj andlit á ársaðalfundinum leygardagin 28/4 kl. 15 á Føroyamálsdeidini á V. U. Hammerheimbsgøtu 16 í Havn.

Seinasta árið hevur FNU arbeitt við ymiskum málum og roynt at ávirka politiskt. Vit hava sett ynski fram um at friða náttúruna á Víkum, sum er eitt tað seinasta stóra náttúruøki í Føroyum. Loyvið til laksaaling á Víkum vísir, hvussu fá atlit verða tikin til náttúru, og hvussu lítið almenningurin verður tikin við í avgerðir, sum hava týdning fyri teirra liviumstøður.

FNU hevur eisini talað at plastdálkingini, sum fer fram, nú plastleidningar frá spreingingum skola upp á land ymsastaðni í Føroyum. VistGrøði, sum er sprottið úr FNU, er nú ein sjálvstøðugur felagsskapur, sum arbeiðir við at minka um plast og pakkitilfar, og bjóðar limum vistfrøðiligar matvørur í leysvekt. Fyri at gera plastdálking uppaftur sjónligari eru vit vorðin partur av samstarvinum Rudda Føroyar, sum fer at skipa fyri landsfevnandi ruddingardegi 15. september 2018.

Tá fjórða útbjóðing til oljuleiting varð latin upp, heittu vit saman við øðrum á løgtingið, um at sleppa oljudreyminum og lata oljuna liggja, nú tað er greitt fyri tey flestu, at eingin framtíð er í hesi vinnu. Somuleiðis hava vit funnist at íløguni í nýtt tungoljurikið orkuverk á Sundi, sum er í andsøgn við strembanina eftir einum grønum samfelag.

Hjólvelting hevur verið í Tórshavn og í Klaksvík, og hesu løtuna fingu øll sum vildu, høvi til at súkkla kring býin, og uppliva vegirnar og ferðsluna á súkklu. Í summar verður aftur skipað fyri Hjólvelting, og møguleiki fyri at súkkla saman. FNU hevur eisini verið við í ABC-samstarvinum fyri sálarheilsu fyriskipað av Fólkaheilsuráðnum. Her ynskja vit at røkka út til kommunur og onnur, har vit leggja dent á týdningin av útilívi og rørslu fyri heilsuna.

Árligi fundurin millum norðurlendsku umhvørvisfelagsskapirnar var hesa ferð hildin í Føroyum, og í sambandi við fundin varð skipað fyri almennum fyrilestri og pallborðskjaki um orkuútbygging og náttúruvernd. Fyrilestrarhaldari var Andri Snær Magnason, altjóða viðurkendur rithøvundur. Andri hevur m.a. skrivað barnabókina Søgan um bláa knøttin, og var tí eisini runt á skúlum. Í sambandi við vitjanina í Føroyum var yrkingasavnið Bónusyrkingar útgivið á føroyskum. Ritverkið hjá Andra Snær snýr seg í mestan mun um sambandið millum menniskjað og náttúruna.

Nógvar avbjóðingar eru fyri framman, og FNU ætlar sær framhaldandi at vera sjónligt í kjakinum og ávirka gongdina innan umhvørvispolitikk. Eitt týdningarmikið mál er eitt nú lógin um náttúrumargfeldi, sum skjótt verður løgd fyri løgtingið, men eingin ivi er um, at eisini onnur átøk skulu gerast. Politiskt skal umhvørvið verða raðfest nógv hægri, soleiðis at heilsuavleiðingar og inntriv í náttúruna verða tikin við í allar framtíðar avgerðir.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Nýggjastu tíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page