top of page

Ársaðalfundur 28. apríl

Leygardagin hin 28. apríl 2018 kl. 15.00 verður ársaðalfundur hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16 í Havn.

Skráin fyri aðalfundin er hendan:

Grein 10 - Aðalfundur Aðalfundur velur fundarstjóra eftir uppskoti frá nevndini. Ársaðalfundurin viðgerð hesi mál: Ársfrágreiðing nevndarinnar. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins. Ársfrágreiðing umboðsnevndarinnar. Limagjald fyri komandi ár. Møguliga samsýning til nevndir, arbeiðsbólkar o.a. Val av nevnd og tiltakslimum sambært grein 8. Val av umboðsnevnd sambært grein 10. Val av grannskoðara. Ymiskt.

Eftir aðalfundin verður ársveitsla kl. 18.00, sum verður hildin saman við Lívfrøðingafelagnum, Fuglafrøðifelagnum og Ringrás.

Matarskráin verður stuttlig, siga limir úr Fuglafrøðifelagnum, sum í ár skipa fyri hesum. Snapsur verður bjóðaður. Fólk hava sjálv drykkivørur við.

Kostnaður fyri veitsluna er 200 kr, og freistin at tekna seg er 18. apríl, og fer fram við at rinda 200 kr. á konto 9181-1233922. Minnist til at viðmerkja "veitsla" og "navn".

Vit vóna eisini, at tit minnast til at gjalda árliga limagjaldið, sum er 100 kr. á konto 9181-4409819. Viðmerkið "navn" og "limagjald". Limagjaldið hevur stóran týdning fyri felagið, tí hetta er einasta inntøkan, sum FNU hevur.

Meira kunning fæst á heimasíðu okkara www.fnu.fo

Fleiri av tykkum hava ynskt at gerast virknir limir. At vera virkin kann vera alt frá at hjálpa til við tiltøkum, (t.d. gera kaffi), koma við tykkara meiningum og hjálpa á tann hátt tykkum lystir. Til hetta hava vit hava gjørt ein Facebook bólk, sum eitur “Bólkur fyri virknar limir hjá FNU - Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.” Um tit ynskja at vera við í hesum, skulu tit einans finna hendan bólk og biðja um limaskap.

Møtið fjølment!

Nevndin

bottom of page