Ársaðalfundur 28. apríl

March 27, 2018

Leygardagin hin 28. apríl 2018 kl. 15.00 verður ársaðalfundur hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16 í Havn.

 

Skráin fyri aðalfundin er hendan:

 

Grein 10 - Aðalfundur
Aðalfundur velur fundarstjóra eftir uppskoti frá nevndini.
Ársaðalfundurin viðgerð hesi mál:
Ársfrágreiðing nevndarinnar.
Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins.
Ársfrágreiðing umboðsnevndarinnar.
Limagjald fyri komandi ár.
Møguliga samsýning til nevndir, arbeiðsbólkar o.a.
Val av nevnd og tiltakslimum sambært grein 8.
Val av umboðsnevnd sambært grein 10.
Val av grannskoðara.
Ymiskt.

 

Eftir aðalfundin verður ársveitsla kl. 18.00, sum verður hildin saman við Lívfrøðingafelagnum, Fuglafrøðifelagnum og Ringrás.

 

Matarskráin verður stuttlig, siga limir úr Fuglafrøðifelagnum, sum í ár skipa fyri hesum. Snapsur verður bjóðaður. Fólk hava sjálv drykkivørur við.

Kostnaður fyri veitsluna er 200 kr, og freistin at tekna seg er 18. apríl, og fer fram við at rinda 200 kr. á konto 9181-1233922. Minnist til at viðmerkja "veitsla" og "navn".

 

Vit vóna eisini, at tit minnast til at gjalda árliga limagjaldið, sum er 100 kr. á konto 9181-4409819. Viðmerkið "navn" og "limagjald". Limagjaldið hevur stóran týdning fyri felagið, tí hetta er einasta inntøkan, sum FNU hevur.

 

Meira kunning fæst á heimasíðu okkara www.fnu.fo

 

Fleiri av tykkum hava ynskt at gerast virknir limir. At vera virkin kann vera alt frá at hjálpa til við tiltøkum, (t.d. gera kaffi), koma við tykkara meiningum og hjálpa á tann hátt tykkum lystir. Til hetta hava vit hava gjørt ein Facebook bólk, sum eitur “Bólkur fyri virknar limir hjá FNU - Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.” Um tit ynskja at vera við í hesum, skulu tit einans finna hendan bólk og biðja um limaskap.

 

 

Møtið fjølment!

Nevndin

 

 

 

Please reload

Nýggjastu tíðindi

FNU og Fuglafrøðifelagið fingið stuðul til at seta samskipara

December 6, 2019

Náttúrumargfeldislóg og átøk sum minka um útlátið hava skund

October 24, 2019

Røða hjá Guðruni Zachariasen til fólkafundin umhvørvinum at frama, í Viðarlundini 24. august

September 15, 2019

Røða hjá Magnusi Gaard til fólkafundin umhvørvinum at frama, valið 2019

August 27, 2019

Røða hjá Katrini Petersen til fólkafundin umhvørvinum at frama, valið 2019

August 27, 2019

Røða hjá Hjálmari Hátún til fólkafundin umhvørvinum at frama, valið 2019

August 27, 2019

Gott umhvørvisval!

August 22, 2019

Fólkafundur umhvørvinum at frama leygardagin 24. august

August 21, 2019

Viðmerkingar til uppskot um Veðurlagspolitikk Føroya fram til 2030

August 4, 2019

Fólkafundur í Ergidali 06.07.19

July 15, 2019

Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page
FNU
  • Tíðindi

  • Umhvørvisbloggurin

  • Um FNU

  • Gerst limur

  • Myndasavn

  • More