Plastleidningar eru í grótinum frá Glyvursnesi

FNU hevur meldað Tórshavnar Havn fyri regluliga og tilvitaða plastdálking. Í marts 2017 varð klagað um, at plastleidningar skolaðu upp á land. Trupulleikin varð tó ikki loystur, og eingin vilji hevur verið til at skilja plastið úr grótinum. Tað er annars lógarkrav og krav sambært umhvørvisgóðkenningini hjá Tórshavnar Havn, at burturkast verður avhendað til brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu. Søkking av gróti, við plastleidningum blandaðum uppí, eigur ikki at koma fyri. Tórshavnar Havn hevur skyldu til at trygga, at plast ikki er í grótinum, tá grótið verður latið á sjógv. Í Noreg hevur kommuna fingið bót á 400.000 norskar krónur fyri at dumpa grót við plastleidningum uppií. Sí hesa leinkju. Plast er ein stórur umhvørvistrupulleiki, og hoyrir ikki heima í náttúruni, har tað dálkar umhvørvið, sum bæði djór og menniskju liva í. FNU hevur áður funnist at dálkingini av spreingileidningum og hevur heitt á Tórshavnar Havn um at fyribyrgja plastdálkingini. Sum heild hevur plastdálking fingið nógva umrøðu seinnu árini, og umhvørvisfelagsskapurin Ringrás hevur skipað fyri fleiri ruddingartiltøkum. Eisini á Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu var evnið í 2017 plastdálking.

Mynd: Nakrir av plastleidingunum, sum eru skolaðir upp á Sandagerði síðani útbyggingin av Tórshavnar havn byrjaði

Nýggjastu tíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page