Umhvørvisgóðkenningin av aling á Víkum tekur ov fá umhvørvisatlit
- duritam
- Dec 18, 2017
- 1 min read
FNU hevur kært umhvørvisgóðkenningina at ala á Víkum.
Umhvørvisgóðkenningin tekur ikki nóg breið atlit til dálking og til lívfrøðiligt margfeldi, soleiðis sum ásett er í umhvørvisverndarlógini.
FNU kærir, at umhvørvisgóðkenningin er latin, uttan eina viðgerð av, hvussu laksaaling á Víkum fer at ávirka djóralívið í økinum, og náttúruvirðir, sum eru til gagns fyri fólk.
Avleiðingar fyri menniskju, teirra mattrygd og rekreatión eiga at verða neyvari viðgjørdar, eins og árin á staðbundna fuglalívið og kóp frá ljósdálking, larmi, ferðslu, aliútgerð og øðrum órógvi.
Umhvørvisstovan ger onga meting av hesum viðurskiftum, men velur at lata tey vera ónevnd í umhvørvigóðkenningini.
Les kæruna her.
