Aðalfundur og ársveitsla 29. apríl

April 24, 2017

Leygardagin hin 29. apríl 2017 kl. 17.00 verður ársaðalfundur hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16 í Havn.

 

Skráin fyri aðalfundin er hendan:

 

Grein 10 - Aðalfundur

 

Aðalfundur velur fundarstjóra eftir uppskoti frá nevndini.

Ársaðalfundurin viðgerð hesi mál:

 

  1. Ársfrágreiðing nevndarinnar.

  2. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins.

  3. Ársfrágreiðing umboðsnevndarinnar.

  4. Limagjald fyri komandi ár.

  5. Møguliga samsýning til nevndir, arbeiðsbólkar o.a.

  6. Val av nevnd og tiltakslimum sambært grein 8.

  7. Val av umboðsnevnd sambært grein 10.

  8. Val av grannskoðara.

  9. Ymiskt.

 

Eftir aðalfundin verður ársveitsla kl. 19.00, har vit eisini hava boðið Lívfrøðingafelagnum, Fuglafrøðifelagnum og Ringrás við. Matarskráin er vegetarisk, og fólk hava sjálv drykkivørur við. Kostnaður fyri veitsluna er 200 kr, og freistin at tekna seg er 22. apríl, og fer fram við at rinda 200 kr. á konto 9181-4409819. Minnist til at viðmerkja "veitsla" og "navn".

 

Vit vóna eisini, at tit minnast til at gjalda árliga limagjaldið, sum er 100 kr. á konto 9181-4409819. Viðmerkið "navn" og "limagjald"

 

 

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page