Økokritikkur: umhvørvi og bókmentir

December 2, 2016

Brot í grein í Varðanum eftir Sannu A. Dahl, bókmentafrøðing og nevndarlim í FNU


 

Íslendski rithøvundin, Andri Snær Magnason

(f. 1973), hevur seinastu árini rættiliga gjørt vart

við seg í íslendska samfelagnum. Hann hevur eitt

nú skrivað skaldsøgur, sjónleikir, yrkingar, stuttsøgur og yrkistekstir. Hansara verk eru týdd til nógv mál, sjónleikirnir eru sýndir í nógvum londum, og hann hevur vunnið fleiri virðislønir. Hann stillaði eisini upp til íslendska forsetavalið, ið júst hevur verið. Hjartamálini hjá honum, bæði í bókunum og í tí politiska virkseminum, eru grøn.

Hóast tær tríggjar bøkurnar hjá honum, ið eg her fari at viðgera – ein barnabók, ein framtíðarskaldsøga og ein sonevnd sjálvhjálparbók – tykjast ógvuliga ymiskar, hava tær ein gjøgnumgangandi grønan tráð. Grøni tráðurin er kritikkur av tí modernaða nýtslusamfelagnum, óvikaligu trúnni á tøkni og ránnýtsluni av náttúruni. Kritikkurin í bókunum eftir Andra Snær Magnason er v.ø.o. økokritiskur.

 

Økokritikkur er eitt náttúru- og umhvørviskritiskt sjónarhorn, sum tey seinastu árini er blivið sjónligari í norðurlendskum bókmentahøpi. Økokritikkur er í stuttum bæði ein háttur at skriva kritiskt um náttúru- og umhvørvisviðurskifti í skaldskapi, og ein lesiháttur, sum kann nýtast til at kanna, hvussu skaldskapur lýsir náttúru- og umhvørvisviðurskifti.
 

Økokritikkur er granskingin av sambandinum millum bókmentir og tað fysiska umhvørvið. Øko og kritikkur eru úr grikskum, oikos og kritos, og merkir ”húsdómari”. Oikos er náttúran, okkara hús í breiðasta týdningi, og kritos er smakkdómari, ið ynskir, at húsið verður hildið í góðum standi.

Økokritikkur flytur fokus frá tí innara til tað ytra, soleiðis at skilja, at tað, sum áður bert var karmur um skaldsligu lýsingina, verður nú flutt frá periferi til sentrum. Økokritikarar spyrja millum annað: Hvussu er náttúran umboðað í hesari sonettuni? Hvønn týdning hevur fysiska umhvørvið fyri søgugongdina í hesari skaldsøguni? Og eru virðini, ið koma til sjóndar í hesum leikinum, sambærilig við vistfrøðiligan vísdóm?

Men sambært Glotfelty hevur samtíðarbókmentagransking verið alt ov lítið tilvitað um umhvørvisspurningin, og lesandi hava víst umhvørvisatlitum lítlan áhuga. Tað er, heldur Glotfelty, sum hevur bókmentagranskingin ikki varnast umhvørviskreppuna. Samtíðarkritikkur fær av grovfíluni fyri at vera ov nalvaskoðandi og veruleikafjarur og fyri ikki at síggja ella viðurkenna trupulleikarnar, ið standa fyri framman.
 

Økokritikkurin peikar á, hvussu mál og bókmentir kunnu miðla virði, ið hava økologiskan týdning og økja tilvitanina um tær etisku og estetisku tvístøður, ið standast av umhvørviskreppuni.

Økokritikkur er eitt aktuelt evni í samtíðarbókmentunum, men samstundis ein lesiháttur, sum kann nýtast til at hyggja eftir, hvussu bókmentirnar kunnu fyrihalda seg til umhvørvið og náttúruspurningar. Tað gerst alsamt truplari fyri samtíðarrithøvundar at skriva tekstir, ið lovprísa náttúruni, so hvørt sum tilvitanin um umhvørvistrupulleikar gerst meira og meira umfatandi. Tað gerst eisini truplari at skáka sær undan at siga sína hugsan um umhvørvistrupulleikar og fordøma menniskjans livihátt, og tí hóskar eitt økokritiskt sjónarhorn væl til samtíðarskaldskap.
 

Harold Fromm hevur eisini viðgjørt, hvussu menniskju í vesturheiminum bara óttast náttúruna, tá ið okkurt hendir, sum vit ikki hava tamarhald á, eitt nú jarðskjálvti. Í gomlum døgum høvdu menniskju ikki vald á náttúruni og vendu sær til sín gud at finna ugga. Nútímans tøkni hevur fjalt okkara tilknýti við náttúruna og hevur gjørt tað møguligt fyri okkum at vera líka so sterk sum gudarnir og at seta náttúruna í eitt búr, sum Fromm orðar seg.

 

Í øllum teimum trimum bókunum eftir Andra Snær, ið her verða viðgjørdar, hava persónarnir sett náttúruna í búr. Teir hava spælt gudar, ið hava vald á náttúruni og hava broytt hana alt eftir, hvussu teir hava kunnað fingið mest burtur úr henni, uttan at skilja, at hetta kann hava lagnutungar fylgjur fyri framtíðina, júst tí teir ikki hava skilt, at alt er knýtt hvørt at øðrum.

 

 

Brot út greinini "Gleðigleimur, kærleiksstjørnur og grønvasking. -Økokritikkur hjá Andra Snær Magnasyni" í Varðanum 83 nr. 2, 2016.


 

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page