Umhvørvisárinsmetingar av størri verkætlanum skulu taka atlit til Paríssáttmálan, sum áleggur londum at skerja teirra útlát av vakstrarhúsgassum. Les hoyringssvarið hjá FNU til umhvørvisárinsmetingina av víðkanini av Sundsverkinum.
---
Hoyringssvar til umhvørvisárinsmeting av víðkan av Sundsverkinum, sent Umhvørvisstovuni 14. november 2016
Føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum skal lækka, og tí kann tað ikki góðtakast, at SEV ger nýggja íløgu í orkuverk, rikið við tungolju. Umhvørvisárinsmetingin er ótíðarhóskandi og tekur á ongan hátt atlit til útlát av vakstrarhúsgassum.
Føroyar hava bundið seg til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum Í veðurlagspolitikki Føroya, sum í 2009 varð samtyktur av øllum teimum politisku flokkunum, bindur Føroyar seg til skerja útlátið av vakstrarhúsgassum í minsta lagi 20% í 2020, samanborið við 2005. Løgmaður boðaði 9. oktober 2016 frá, at Føroyar í næstum fara at góðkenna Paríssáttmálan, sum heimsins lond undirskrivaðu á veðurlagsráðstevnuni COP21 í fjør. Í sáttmálanum binda lond seg til at halda vøksturin í alheims miðalhitanum undir 2 hitastig, og helst undir 1,5 hitastig. Í samgonguskjalinum frá 2015 stendur, at øll elorka á landi í 2030 skal stava frá varandi orkukeldum. Somuleiðis hevur SEV stungið út í kortið, at teirra el-orka ár 2030 verður 100% grøn.
Ein back-up skipan skal hvørki nýta tungolju ella natúrgass Í umhvørvisárinsmetingini stendur, at Sundsverkið skal virka sum back-up, og veita landinum orku, tá ið varandi orkan ikki er tøk. Harafturat verður sagt, at tað ikki er óhugsandi, at tungolja kann verða skift út við natúrgass. Mett verður, at eitt skifti kann fara fram innan 5-10 ár, ella tá ið handilsligt grundarlag er fyri tí. Tað er ikki í tráð við veðurlagspolitikk Føroya, at ein back-up skipan nýtir tungolju ella natúrgass. Heldur skal ein back-up skipan nýta grøna/varandi orku.
El-orkunýtslan fer at vaksa, men átøk til tess at skeja útlátið av vakstrarhúsgassum fara at minka um orkunýtsluna í Føroyum Tað er lætt at fáa ta fatan, at tað er SEV, sum einsamalt skal tryggja einar grønar Føroyar ár 2030. Hóast el-orka væntandi fer at økjast komandi árini, fara aðrar grønar orkukeldur eisini at verða nýttar, m.a. jarðhiti, fjarhiti og biogass. Harafturat er tað ikki einans grøn orkuframleiðsla, sum skal tryggja at Føroyar skerja útlátið av vakstrarhúsgassum sambært Paríssáttmálanum, men eisini broytingar í nýtslu og atburði. Í umhvørvisárinsmetingini stendur at “tørvurin á orku í samfelagnum er støðugt vaksandi”, og grundað á søgulig tøl, tekur SEV hædd fyri, at ein øking í orkunýtsluni á 2% verður hvørt ár. Hetta er ein ógvuliga einføld og misvísandi meting, sum ikki tekur hædd fyri Paríssáttmálanum og at alheims útlátið av vakstrarhúsgassum skal minka. Sostatt er hetta ikki ein nøktandi greining av framtíðar orkunýtslu. FNU metir, at orkunýtslan komandi árini fer laga seg eftir broytingum í atburðarmynstrum, og at tað ikki er sannlíkt, at orkunýtslan komandi árini fer at vaksa merkisvert. Orkusparingar mugu væntast at blíva viðgjørdar sum ein týðandi liður í málinum hjá samgonguni, um at orka á landi í 2030 skal vera 100% grøn.
Vinaliga
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Mynd: SEV