top of page

Ein nútíðarhóskandi landbúnaðarskipan og nýggj lendisætlan vónandi í væntu

FNU varð boðið at geva eina viðmerking til íblástrarfundin á Búnaðarstovuni tann 24.okt. 2016. Fiskimálaráðnum og Búnaðarstovuni vóru fyriskiparar av fundinum, ið hevði til endamáls 'at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum og at fremja tey í verki'.

Vit í FNU er sera fegin um at síggja, hvussu nógv náttúra og umhvørvi fyllur í samgonguskjalinum hjá landsstýrinum. At ítøkilig mál fyri landbúnaðin vera sett, og nú alment viðgjørd, soleiðis at vit kunnu gagnnýta og virðisøkja egið tilfeingi og í størri mun gerast sjálvveitandi við matvørum. Hetta halda vit í FNU vera eina týdningarmikla gongd innan føroyska landbúnaðin. Brúksskylda, lendisætlan og at velta burturúr nýggjum, hevur stóran týdning fyri, at hesi mál kunnu røkkast. Tað er neyðugt at skipa lendis- og búnaðarviðurskifti soleiðis at tey, sum fáast við jørð og landbúnað í Føroyum, fáa sømulig kor at virka undir og góðar umstøður at framleiða dygdagóðar landbúnaðarvørur á ein burðardyggan hátt. Harumframt kemur ein tíðarhóskandi náttúrufriðingarlóg vónandi í gildi í 2017, ið skal tryggja at eisini landbúnaðurin tekur atlit til náttúru og umhvørvi. Hesi kunnu nevniliga ganga hond í hond.

Tørvur er somuleiðis á eini lendisætlan, sum tekur atlit til og tekur byrjanarstøðið í teimum samfelagsbólkunum, ið eru bundin at lendinum. Tað skal vera trygt at vera bóndi og íbúgvi í Føroyum í dag - men tað er eisini neyðugt at hava okkara komandi ættarlið við í huga. Tí er tað neyðugt við langtíðarmálum, sum halda longur enn 4 ára valskeiðini ella ein kvinnu- /mansaldur. Vandi kann vera við at gera eina ov yvirskipaðað ætlan, tá ið umstøðurnar so sum slag av lendi, mold, umhvørvi osfr. kring landið er sera ymiskt. Tí meta vit í FNU, at tað er neyðugt vid eini lendisætlan, sum tekur atlit til staðbundnu umstøðurnar. Her kann millum annað Geographic Information Systems (GIS) vera eitt gott tól. Ein lendisætlan fyri Føroyar eigur soleiðis at tryggja: 1) Lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum (Innan – og uttangarðs). 2) At tað eru øll fólk, sum búgva í Føroyum, ið hava avgerðar-, ognar- og brúksrættin til Føroyar. Neyðugt er at ganga burturfrá eini sentralisering og yvir til javnrættisatgongd til jørð. 3) At bæði føroyska náttúran - og landbúnaðarjørðin verða vard á hóskandi hátt. Brúksskylda og at velta burturúr nýggjum. Vit kunnu við vissu siga, at tørvurin á eini burðardyggari matvøru- og landbúnaðarskipan, lokalt eins og globalt, er vaksandi. Eitt høvuðsendamál í nýggja landbúnaðarpolitikkinum hjá sitandi landsstýrinum er millum annað at gerast meiri sjálvveitandi. Hetta er FNU samt við og vit meta, at potentialið er nakað væl størri, enn tað verður gjørt dælt av í dag. Ein landbúnaður, sum á ein burðardyggan hátt kann framleiða ein størri prosentpart av orkutørvinum í kilojoul/ kilokalorium hjá føroyingum, enn vit gera í dag. Hinvegin kundi talan eisini verið um, hvørt Fólkaheilsuráðið skuldi havt atlit til umhvørvið í teirra kostráðum? Og soleiðis møguliga ráðgivið, at vit eta minni (innflutt) kjøt, eta fleiri lokalar matvørur osfr. Hetta hevur jú í síðsta enda týdning fyri fólkaheilsuna. Somuleiðis kann gongdin móti sjálvveitan gerast skilabetri: t.d. við at velta grønmeti, ístaðin fyri einans at sáa gras til stráfóður. Úrtøkan verður soleiðis beinleiðis gagnnýtt ístaðin fyri at framleiða kjøt, sum í roynd og veru ikki er serliga effektiv gangnýtlsa av tilfeingi. Ì roynd og veru kann landbúnaðurin í dag gerast nógv skilabetri og effektivari, uttan at nýta meira lendi ella hava neilig árin á náttúruna og umhvørvið.

Visjónin hjá FNU er, at landbúnaðurin verður skipaður eftir agroøkologiskum prinsippum, ið kann vera við til, at tann føroyski landbúnaðurin verður meira mótstøðuførur og fjølbroyttur. Tað vil millum annað siga, fleiri sløg av grønmeti, men eisini fleiri sortir/sløg av sama grønmeti. Hervið økja vit um genetisku variatiónina og hækka mótstøðuførið av fleiri sjúkum. Tað skuldi samstundis verið skyldað bóndans, ikki at troytta moldina. Hetta kann gerast við at innføra rotatiónir og fræskifti, vetrarsáðing osfr. soleiðis at jørðin/lendi framhaldandi verður vakstrargóð komandi árini og fyri komandi ættarlið. Agroøkologi er ein grein innan landbúnaðarvísindi, ið tekst við sínamillum ávirkanirnar millum plantur, djór, menniskju og umhvørvi innan agroøkoskipanir, har framleiðsla av matvørum, fóðuri, orku við meira fer fram. Við eini agroøkologiskari tilgongd, kunnu vit framleiða mat meira skynsamt og burðardygt. Við ikki einans at taka atlit til einkultar komponentar, ið landbúnaðurin fevnir um; men eisini hvussu teir innanhýsis ávirka hvønn annan, og hvussu teir ávirka umhvørvið, samfelagið, og menniskjuni, sum teir eru partar av og tengdir at. FNU metir, at um vit ynskja ein burðardyggan landbúnað í Føroyum, so má hann skipast út frá eini agroøkologiskari tilgongd. Vit ynskja harafturat stuðulsskipanir, ið eggjar bóndum at leggja um til vistfrøðiliga framleiðslu, ið eru tillaðaðar føroysk lendisviðurskiftir. Her verður hugsað um bæði kjøt-, fóður- og grønmetisframleiðsluna. Ikki er hóskandi at seta krøv til føroyska vistfrøðiliga landbúnaðarskipanir, sum eru í okkara grannalondum. Eitt nú kann nevnast eginframleiðslu av fóðri millum 60-90% og forboð av profylaktiskari viðgerð við antibiotika. Hinvegin kann hugsast, at onnur tiltøk kundi verið uppá sítt pláss, so sum áseting av áseyðatali per hektar, skynsama fóðurframleiðslu, har kunsttøð ikki eru loyvd og ikki verður velt ov tætt við áir/vøtn, vetrarsáðing (covercrops), soleiðis at føðsluevni ikki renna frá moldini og fyri at betra um jarðarkvalitetin til várið eftir. Landbúnaðarskipanin kann gerast betri á nógvum økjum, men skilagott er at seta hol á har, sum bóndin upplivir; at hann verður tikin við, at hann hevur skil á støðuni og týdningarmest av øllum, at tað gevur meining og at tað gevur góð úrslit. At enda vilja vit fegin, at ein lendisætlan tryggjar borgarum atgongd til jørð. Uttanlands síggjast góð úrslit burturúr líknandi tiltøkum, har borgarin hevur atgongd til eitt øki til felagsjarðbrúk og eginframleiðslu. Àvísar kommunur hava longu útstykkjað økir til traðir og urtagarðstykkir, og kundi nakrar av hesum møguliga verið tiknar til felagsurtagarðar. Hetta hevði stytt um ártíggju-longu bíðilistar í ávísum kommunum og tryggjað fólkinum ávirkan og sjálvræði yvir, hvussu teirra matur er framleiddur, útvunnin og nýttur. Vit ynskja, at endamálið við nýskipanini av landbúnaðinum og nýggju lendisætlanini skal vera at skapa matsjálvræðið (Food Sovereignty) í Føroyum. Tað vil siga at fyrsti prioritetur má vera at tryggja, at allir borgarar í Føroyum hava atgongd til heilsugóðan og mentanarliga hóskandi mat, sum er framleiddur burðardygt og umhvørvisskynsamt, og ikki minst at framleiðarin (bóndin) fær tann stuðul, ið er neyðugur fyri at hetta skal vera møguligt.


Vinarliga Selma Dahl Erol, nevndarlimur í FNU

bottom of page