Hjólveltingin er her!
Hóskvøldið 12/5 kl. 19 fara vit ein hugnaligan súkklutúr runt Havnina. Hevur tú súkklu ella ei, kom við, endamálið er at lufta so nógvar súkklur út í senn sum møguligt. Vit fara at pynta súkklurnar (FNU-fløgg og evt. klistirmerkir) og lata ringiklokkur og floytur ljóma um allar geilar fyri at gera vart við ta bleytu ferðsluna, men mest av øllum fyri at hugna okkum saman á einum spennandi súkklutúri, har ið vit sum bólkur telja sum eitt festligt „kollektivt akfar“. Og kanska onkur kann koyra ein ghetto-blastara við Freddy Mercury - I want to ride my bicycle á bagaguberaran - ja, øll kreativ hugskot eru vælkomin ;-)
![](https://static.wixstatic.com/media/e489f3_6723facdaff145e094b0f2d4185113c6.jpg/v1/fill/w_960,h_608,al_c,q_85,enc_auto/e489f3_6723facdaff145e094b0f2d4185113c6.jpg)
„La vélorution“ er eitt franskt hugtak, sum er eitt orðaspæl ímillum „vélo“ (=súkkla) og „révolution“ (=kollvelting), og er harvið ein altjóða rørsla, sum vil eggja fólki at frígera seg frá bundinskapinum av dálkandi ferðsluvanum í gerandisdegnum. Henda rørsla inniber, at súkklandi fólk skipa tiltak, har ið tey við at súkkla í hópi gera vart við teir bleytu ferðsluhættirnar og leggja upp til sosialar og grønar broytingar av samfelagnum. Í Fraklandi í 70unum mótmældu nøkur eini motorvegabyggiætlan í París við vísa seg sum 10.000 fólk á súkklu. Rørslan hevur síðan spreitt seg í víða í ymsum formum, og er í dag mest kend undir eingilska heitinum „critical mass“. Í øllum størri býum í Evropa møtast so fólk úr øllum krókum í samfelagnum til ein „vélorution“-súkklutúr, har ið samhaldsfesti og gott lag eru í hásæti, eins og grønar hugsjónir sum fólkaræði og sjálvræði verða livað út, eitt nú ígjøgnum frívilliga umvæling av súkklum og skeið í hesum sama. Nakingsúkkling er ein avleiðing av hesi somu, eg velji at kalla tað „hjólvelting“, og altjóða hjólveltingardagur hevur verið hildin í París síðan í 2009. Um nakar hevur brúk fyri mínari hond at umvæla, ella manglar súkklu, so eri eg klárur á Vaglinum hóskvøldið. So er bara at koma upp á saðilin. Tilmeldið tykkum ókeypis á torsinfo@torshavn.fo ella á telefon 30 24 25 (Tórshavnar Súkklufelag) !
Hoyr Napoleon frá FNU greiða frá hjólveltingini í Góðan Morgun Føroyar HER
Sí tiltakið á Facebook HER