top of page

Ætlanin um havnarútbyggingina og at gera Tórshavn til tænastumiðdepil fyri skipaferðslu í Arktis er

Opið bræv til landsstýriskvinnuna í heilsu- og innlendismálum Sirið Stenberg,

Í sambandi við, at málið um útbyggingina av Tórshavnar havn skal til viðgerðar í heilsu- og innlendismálaráðnum, ynskir Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag at vísa á nakrar grundgevingar fyri, hví ætlanin um havnarútbyggingina og at gera Tórshavn til tænastumiðdepil fyri skipaferðslu í Arktis, hvørki er umhvørvisliga, búskaparliga ella sosialt burðardygg.

Havnarútbyggingin er ikki umhvørvisliga burðardygg

Útbyggingin av Tórshavnar havn fer at føra til dálking av fjøru og luft í nærumhvørvinum. Hetta fer ikki einans at vera til ampa fyri borgararnar í býnum, men kann eisini fáa avleiðingar fyri vistskipanir í nærumhvørvinum.

Harumframt hava vit í Føroyum sett okkum fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Málið er, at øll orka, sum verður brúkt í Føroyum í 2030, skal vera grøn. Nógv bendir eisini á, at føroyski borgarin ynskir at skapa eina øðrvísi tilveru. Hetta sæst við grøna rákinum í samfelagnum, har borgarin leggur størri og størri dent á eitt heilsugott nærumhvørvi, staðbundna matframleiðslu, minkandi nýtslu, endurnýtslu, osfr.

Í FNU meta vit, at ein verkætlan, sum hevur til endamáls at gera Føroyar til tænastumiðdepil fyri skipaferðslu og oljuvirksemi fer at eggja til meira dálkandi vinnuligt virksemi, og at hetta ikki er umhvørvisliga burðardygt, men er í beinleiðis andsøgn til tað grøna skiftið, sum aðrar kreftir í landinum royna at fremja. Sum eitt framkomið vælferðarsamfelag eiga Føroyar at taka ábyrgd av veðurlagsbroytingunum, og arbeiða miðvíst fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

Havnarútbyggingin er ikki búskaparliga burðardygg

Í grundgevingum fyri, hví havnarútbyggingin er neyðug, verður ofta víst á, at Føroyar skulu bjóða seg fram við tænastum til vaksandi virksemið í Arktis, tí at hetta fer at geva samfelagsbúskaparligan vinning.

Í veruleikanum er tað tó ivasamt júst hvussu nógv virksemið í Arktis fer at økja. Nógv bendur á, at prátið um gyltar møguleikar í Arktis ikki eru nógv annað enn populistisk herróp.

Eitt nú segði serfrøðingurin í Arktiskum viðurskiftum Prof. Oran Young, sum vitjaði í Føroyum í síðstu viku, at prísurin á olju, sum nú liggur á uml. $37-38 fyri tunnuna, er so lágur, at tað fer ikki at loysa seg at bora eftir olju í Arktis. Fyri at tað skal loysa seg búskaparliga at bora í Arktis, má prísurin verða minst $80-90 tunnuna. Tað er tískil sera ósannlíkt, at oljuídnaðurin fer at vaksa í Arktis, serliga nú, tá ið grønar orkukeldur eru vorðnar so mikið kappingarførar.

Prof. Oran Young, vísti eisini á, at hóast tað nú ber til at sigla gjøgnum Arktis, so er hetta ein sera kostnaðarmikil og vágalig ruta, og hann metir ikki, at skipaflutningur gjøgnum Arktis fer at vaksa so nógv.

Vónirnar um at skapa starvspláss og at fáa búskaparligan vinning burturúr øktum virksemi í Arktis eru tískil sera ivasamar, og stórur vandi er fyri, at íløgur verða gjørdar í nakað, sum ongantíð fer at kasta nakað av sær.

Havnarútbyggingin er ikki sosialt burðardygg

Nógv bilferðsla í búsetingarøki er ikki dragandi, hvørki hjá barnafamiljum ella tilkomnum fólki. Rákið er, at býir skulu vera til fólk og ikki bilar. Tí eru íløgur í eitt størri infrakervi ótíðarhóskandi.

Ónøgdin við larm og ristingar frá áhaldandi skipavirksemi er týðilig hjá fólki, ið búgva tætt við slík øki. Nógv dømi eru um hetta í Føroyum, og tí er tað ósæð at byggja stórt idnaðarøki beint í miðbýnum, sum fer at gerast ótolandi at búgva í. Sum kunnugt hevur býarskipanarnevnd landsins eisini, við støði í væntaðum ampum av ferðslu og óljóði, mælt frá at broyta byggisamtyktina.

Útbyggingin fer harumframt at skerja fólkini í býnum frá náttúrugivnum rættindum til fjørðin. Ístaðin verða tað nøkur heilt fá og máttmikil feløg, sum leggja hald á stórt øki fram við sjóvarmálan. Tilknýtið til havið er umráðandi fyri havnarfólk eins og allar føroyingar, og um lívið framvið sjóvarmálanum gerst fremmant fyri havnarfólk, missa tey kunnleika til ein týðandi part av teirra egna samleika.

--

Í FNU mæla vit frá at útbyggja Tórshavnar havn og eggja heldur til íløgur í virksemi, sum hóskar einum samfelag, ið tekur altjóða ábyrgd á umhvørvisøkinum.

Vinaliga,

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

---

Mynd frá framløguni “Port-of-Torshavn-Præsentation-af-Thorshavns-borgmester.pdf"

Mynd frá framløguni “Port-of-Torshavn-Præsentation-af-Thorshavns-borgmester.pdf"

bottom of page