Týskvøldið 9. februar varð ungmannafelagið FNUng sett á stovn. Henda stovnan fór fram inni á Býarbókasavninum í Havn.
Fundurin byrjaði við einum ”vælkomin” frá nevndarlimunum, Gunnhild Dahl Niclasen og Selmu Dahl Erol, og ikki minst einum ”Gerið so væl og fáið tykkum ein kaffimunn”. Tær greiddu stutt frá um FNU og um framtíðarætlanir hjá felagnum. Eftir hetta var orðið frítt hjá luttakarunuum at deila sínar tankar og visjónir um umhvørvismál, men eisini á hvønn hátt ið viðkomandi ynsku at arbeiða praktiskt við hesum. Úrslitið av hesum samskifti var, at tríggir sokallaðir undirbólkar vórðu gjørdir, har ið fundarfólkini kundu velja ein bólk, sum hóskaði teimum best.
Undirbólkarnir vóru hesir:
- Tiltaksbólkurin, sum ynskir at arbeiða kreativt við at vekja varsemi fyri umhvørvinum
- Zero Waste-bólkurin, sum fer at arbeiða við zero waste-hugtakinum, ið inniber at man ynskir at minka um oyðslu av tilfeinginum
- Filmsbólkurin, sum fer at arbeiða við at gera ein stuttfilm
Í FNUng eru: Alda Egilstrøð Magnussen, Bjørk Mikladal, Durita Dahl Andreassen, Elsa Berg, Johann Petersen, Lilja Holm Mortensen, Nanny Toftegaard, Marius J. á Geilini, Rani Høgnason, Róar Mørkøre Hansen, Rókur Herup Olsen, Sonja Johannesen, Solveig Hansen, Tráin Petursson Nónklett og Una Nielsdóttir Galán.
FNUng er ein opin bólkur, sum øll áhugaði kunnu gerast ein partur av.