top of page

Føroysk alivinna er ikki burðardygg. Politisk átøk eru alneyðug.


Opið bræv til Føroya Løgting og Landsstýrið

Seinastu árini er ógvuliga nógvur laksur framleiddur á føroyskum firðum, og umhvørvisárinini eru ógvuslig. Samanborin við føroyskt seyðahald, so hevur framleiðslan av laksi seinastu árini, í biomassa, verið umleið 80 ferðir størri enn framleiðslan av seyðakjøti. Við hesum í huga er ikki so løgið at lús, sjúka og aðrir trupulleikar stinga seg upp. Og tað er givið, at ein einstøk vinna, sum fyllir so nógv, er viðbrekin og skjótt kann koma í kreppu, júst tí hon ikki er burðardygg.

Ídnaðaraling av djórum skapar heilsu- og umhvørvistrupulleikar, sum vit lítið og einki hoyra um:

  • Fóðurframleiðslan leggur ógvuliga stórt trýst á havumhvørvið; fyri hvørt kilo av aldum fiski, sum verður framleitt, krevjast til dømis fleiri kilo av veiddum fiski.

  • Fóðurframleiðslan er ein av fremstu orsøkunum til avskóging í heiminum.

  • Skarnið frá hesi ovurframleiðslu órógvar vistfrøðina á føroyskum firðum.

  • Ovurstóra nýtslan av heilivági til djóraaling er fremsta orsøkin til, at vit fáa fleiri og fleiri mótstøðuførar bakteriur.

  • Laksaalingin í Føroyum í dag krevur ógvuliga stóra nýtslu av heilivági og ymiskum dálkandi og heilsuskaðiligum kemiskum evnum.

Alt ov lítið verður gjørt fyri at minka um teir trupulleikar, og kostnaðir, sum alivinnan skapar fyri umhvørvið og samfelagið, og tey fáu burðardyggu átøkini, sum koma frá vinnuni sjálvari, møta ikki nóg góðari undirtøku.

Vit vilja tí heita á Løgtingið og Landsstýrið um at skipa so fyri, at:

  • Fleiri og meira umfatandi kanningar av vistfrøðini í møguligum aliøkjum verða gjørdar, áðrenn tey verða lutað út til aling, og at betri eftirlit verður við alivirkseminum framyvir, so avleiðingar kunnu staðfestast og neyðug tiltøk setast í verk.

  • Øki verða sett av til burðardygga aling og havbúnað, har endamálið ikki er at økja sum mest um framleiðsluna og stuttskygda fíggjarliga avkastið, men at fáa uppbygt veruliga burðardygt og lønandi vinnuvirksemi, ið ikki ger seg inn á umhvørvið, aðrar vinnur, og føroyska húsarhaldsbúskapin.

Royndirnar aðrastaðni vísa, at slíkt virksemi kann skapa fleiri og tryggari arbeiðspláss, og at virðisøkingin er størri. Somuleiðis hevði hetta eisini givið rúmd fyri meira fjøltáttaðum havbúnaði, so sum taraaling, aling av skeljadjórum, hummaraveiðu og øðrum. Hetta hevði ikki einans verið gott fyri umhvørvið, men kundi givið føroysku smáplássunum og føroyska samfelagnum sum heild fleiri bein at standa á, fleiri og tryggari arbeiðsmøguleikar og størri sjálvsavgerðarrætt.

Vinaliga,

Nevndin í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Mynd: e24.no

bottom of page