FNU partur av samstarvi við umhvørvisfelagskapir í norðurlendskum oyggjasamfeløgum

October 22, 2015

Vikuskiftið 9. - 11. oktober hittust umboð fyri FNU við umboðum úr íslendska felagskapinum Landvernd og álendska felagskapinum Ålands Natur och Miljö.

 

Fundurin, sum var hildin í Álandi, var byrjanin til eitt nýtt samstarv um umhvørvis- og náttúruverndarmál í norðurlendskum oyggjasamfeløgum. Samstarvsverkætlanin er fíggjað av Nordisk Ministerråd.

 

Á hesum fyrsta fundi var prátað um ymiskleikar og líkheitir millum tey trý oyggjasamfeløgini. Harumframt var prátað um teir ymsu arbeiðshættinar, ið feløgini nýta og um ymisk lokal náttúru- og umhvørvismál, sum feløgini meta vera átrokandi.

 

Eitt mál, sum fekk nógva umrøðu frá øllum feløgunum, var ferðavinnan. Feløgini vóru á einum máli um, at støðugt vaksandi ferðavinnan í øllum trimum londum, eigur at taka betri atlit til náttúru og umhvørvi. Hetta er eitt sera átrokandi mál, og tí varð avgjørt, at hetta skal vera høvuðsevnið á næsta fundi. Onnur mál, sum feløgini eisini fara at viðgera, eru m.a. hættir at máta úrslit av arbeiðunum hjá feløgunum, og at umrøða, hvussu feløgini kunnu samskipa arbeiðið við at fáa limir at vera við í tí aktiva arbeiðinum.

 

Næsti fundurin verður í Føroyum tann 20. - 22. november. Tá ætlar FNU at bjóða umboðum fyri ferðavinnuna í Føroyum at luttaka í einum kjaki um, hvat føroyska ferðavinnan ger fyri at tryggja náttúru- og umhvørvisvernd, og hvussu hon kann gera hetta enn betur.

 

 

 

 

 

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page