Fundur vid umhvørvisfelagskapirnar í Norðanlondum

Felags norðurlendski fundurin verður hildin á hvørjum ári, og endamálið er at fremja norðurlendska samstarvið á umhvørvisøkinum.

Á fundinum luttóku umboð fyri norska Naturvernforbundet, Danmarks Naturfredningsforening, Naturskyddsföreningen í Svøríki, Landvernd í Íslandi, Suomen Luonnonsuojeluliitto í Finlandi, og tvey umboð fyri FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Fundurin í ár var í Lofoten, og ein orsøkin at leggja fundin har var, at umhvørvisfelagsskapir og onnur í fleiri ár hava stríðst fyri at halda oljuvinnuni burtur úr hesum økinum. Lofoten er gýtingarøkið hjá toskastovninum í Barentshavi og hevur tí alstóran týdning fyri lívfrøðiligu framleiðsluna. Toskastovnurin í Barentshavi hevur sjálvsagt stóran fiskivinnuligan týdning, men eisini fyri heimin er tað av týdningi, tí mett verður, at hvønn dag breyðføðir hetta økið eina millión menniskju við eini góðari fiskamáltíð.

Fundurin byrjaði sunnudagin hin 6. september umborð á ferjuni Trollsund, sum silgdi okkum úr Bodø til Stamsund. Lagt var fyri við fyrilestri um klimabroytingar og trygd í arktiska økinum. Fyrilestrarhaldari var Grete K. Hovelsrud (Nordland Research Institute), sum hevur verið við at skriva partin um trygd (Human Security, chapter 12) í frágreiðingini frá IPCC, sum kom út í 2014.

Í Stamsundi vóru framløgur frá luttakandi felagsskapunum á skránni. Her var serligur dentur lagdur á at tosa um, hvussu umhvørvisarbeiðið er skipað í teimum ymsu felagsskapunum. Í stuttum kann sigast, at endamálið við framløgunum var at lýsa, hvussu umhvørvis- og náttúruverndararbeiði kann skipast soleiðis, at vit best røkka tí endamáli, vit arbeiða fram ímóti, nevniliga, at umhvørvistrupulleikar verða loystir bæði í okkara heimlondum og í alheimshøpi. Ymisku felagsskapirnir greiddu eisini frá, hvørjum málum tey arbeiða við í løtuni, kampagnur og annað, og hvørjar framtíðarætlanirnar eru. Hesar framløgur vóru sera gevandi og læruríkar, ikki minst fyri okkum úr Føroyum, sum ikki hava eins drúgvar royndir við slíkum arbeiði sum umboðini fyri hinar felagsskapirnar. Her blivu nógv góð hugskot løgd fram og gott, gevandi og siðiligt orðaskifti um, hvussu umhvørvisarbeiði best kann mennast, eyðkendi hendan dagin.

Framløgan frá FNU snúði seg í stuttum um at greiða frá støðuni í Føroyum, hvat umhvørvismálum og náttúruvernd viðvíkur, og har meta vit, at støðan er alt annað enn góð. Millum annað tá tað ræður um lóggávu, eru Føroyar afturúrsilgdar samanborið við hini londini. Á øðrum økjum, har Føroyar og føroyingar hava siðvenjur, sum verja umhvørvið og náttúru, verður lítið og einki gjørt frá politiskari síðu fyri at varðveita hesar, heldur tvørturímóti. Eisini greiddu vit frá okkara serligu støðu í mun til hinar felagsskapirnar, sum er, at alt arbeiðið hjá FNU er sjálvboðið. Hetta ger sjálvsagt, at arbeiðsorkan er ógvuliga avmarkað í samanborið við t.d. svenska náttúruverndarfelagsskapin, sum árliga hevur nærum 250 milliónir svenskar krónur at arbeiða við. Men samstundis hevur hetta eisini ávísar fyrimunir, og okkara uppgáva er tí at fáa sum mest burtur úr undir teimum treytum, sum eru, og eisini á hesum økinum fingu vit nógv góð ráð og tilboð um samstarv heim við okkum.

À myndini síggjast umboð fyri umhvørvisfelagsskapirnar, ið vóru samlaði í Noregi. Myndin varð tikin í samband við ein tíðindastubba, ið var skrivaður í lokalu avísini, Lofetenposten 10. September 2015. Dagin eftir var eisini nógv á skránni. Um morgunin var skipað fyri útferð, har vit vitjaðu ymisk støð av áhuga; millum annað vitjaðu vit eitt øki, har nógvur flytifuglur ferðast, og har fólk á staðnum ringmerkja fugl. Slíkar kanningar eru sera týdningarmiklar fyri at halda eyga við, um flytingamynstrini hjá fugli broytast, og hvørjar orsøkirnar eru. Eisini hittu vit Bjørn Nielsen, fiskimann, sum greiddi frá, hvussu fiskimenn á staðnum hava barst fyri at halda oljuvinnuni burtur úr Lofoten. Somuleiðis greiddi hann frá samstarvinum millum strandafiskimenn í Norðuratlantshavi, har eisini føroyingar hava verið við.

Seinnapartin kom biskupurin í Suður-Hálogalandi í Noregi, Tor Berger Jørgensen, og greiddi frá samstarvinum millum norsku kirkuna og umhvørvisrørsluna, sum hevur verið seinastu 20 árini. Ikki er talan um skipað samstarv, men eins og vit síggja nógva aðrastaðni í heiminum, ikki minst við Frants Páva, so hava týðandi umboð fyri norsku kirkjuna fleiri ferðir tikið lut í almenna kjakinum, tá ið stórmál hava verið á skránni. Tor Berger Jørgensen hevur millum annað úttalað seg saman við formanninum í norska Naturvernforbundet, Lars Halbrekken, um, at Noreg eigur at taka størri ábyrgd av veðurlagsbroytingunum og ikki bora eftir olju í arktiska økinum.

Næst á skránni var umboð fyri Folkeaksjonen oljefritt Lofoten, Vesterålen og Senja, Bente Kristine Lorentzen, sum greiddi frá arbeiðnum at halda oljuvinnuni burtur úr Lofoten, Vesterålen og Senja. Folkeaksjonen arbeiðir fyri at varðveita náttúruríkidømi í Lofoten, Vesterålen og Senja og menna økið á burðardyggan hátt. Folkeaksjonen varð stovnað í 2009, og higartil hevur eydnast teimum, saman við øðrum, at halda økið oljufrítt.

At enda greiddi Geir Jørgensen, umboð fyri Naturvernforbundet í Norðurnoregi frá um umhvørvistrupulleikarnar, sum standast av økta minuvirkseminum í Noregi og eisini í øllum arktiska økinum. Av tí at trýstið á hesi økini er ovurstórt, er stórur tørvur á samstarvi landanna millum, og vónandi kann FNU eisini vera við til at seta fokus á hetta evnið í Føroyum.

Millum tey mongu umhvørvismál, sum vóru viðgjørd hesar dagarnar, fylti veðurlagsspurningurin og COP21 fundurin í París í december sjálvsagt nógv. Veðurlagsspurningurin er eitt mál, sum savnar øll onnur umhvørvis- og náttúruverndarmál, men heimsins myndugleikar tykjast í løtuni ikki at vera førir fyri at gera nakað munagott fyri at tálma útlátið av veðurlagsgassum. Ein av stóru avbjóðingunum er tí at fáa politisku skipanirnar at taka hesa ábyrgd á seg. Á fundinum var samtykt, at norðurlendsku umhvørvisfelagsskapirnir senda felagsáheitan til politisku skipanirnar í norðurlendsku londunum um at taka sær um reiggj, og einstøku felagsskapirnir koma harafturat við hvør sínum ítøkiligum tilmæli, sum hvørt land sær eigur at gera. ​

Samanumtikið ein sera gevandi og læruríkur fundur, og FNU vónar skjótt at kunna bjóða norðurlendsku umhvørvisfelagskapunum hendavegin at vitja.

Nýggjastu tíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page