Earth Overshoot Day

August 13, 2015

Í dag hósdag 13. august er "Earth Overshoot Day" 2015, t.e. dagurin, har vit eru farin út um tær biofysisku rammurnar hjá jørðini at endurskapa seg.

 

Menniskjans eftirspurningur eftir vørum og tænastum, sum jørðin og havið veitur, og ikki at gloyma CO2 útlatið, sum stends av virkseminum hjá okkum, er altso farið upp um tað markið, sum vistfrøðiskipanirnar á jørðini kunnu endurskapa upp á eitt ár.

 

Í hesum sambandi prátaði Rás 2 við Ragnheiður Bogadóttur, nevndarlim í FNU, sum segði, at tann vitanin, sum vit hava og áhaldandi verða upplýst við, um hvat tað er, vit gera við okkara umhvørvi og jørð, hóskar ikki saman við tí dominerandi politiska diskursinum um framburð, sum gongur út uppá, at vit skulu hava vaksandi nýtslu og vøkstur upp á allar mátar.

 

 

Hoyr samrøðuna í fullari longd  her

 

 

Sambært seinastu mátingunum hjá Global Footprint Network, so liggur nýtslan hjá okkum heimsborgarum á einum støði, sum svarar til 1,6 "jørðir" um árið.

 

 

Les meira um Earth overshoot day í grein hjá The Guardian, ella á heimasíðuni hjá Earth Overshoot day 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: www.overshootday.org

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page