Nýtt elverk á Sundi og útbygging av Vágsverkinum eru tvey av seinastu átøkunum hjá SEV. Hesi orkuverk framleiða streym úr tungolju, og tað er undranarvert, at SEV framhaldandi ynskir at halda fast í tílíka dálkandi el-framleiðslu. At gera íløgur fyri 350 – 700 milliónir krónur í eitt nýtt orkuverk á Sundi merkir, at vit sleppa øllum framstigum á eini grønari kós, og í staðin verða sleipaði aftur í svart vónloysi.
SEV hevur eina visjón um, at í 2030 skal øll orka á landi koma frá varandi keldum. Men hví so gera íløgur í eitt nýtt orkuverk, tá vit um nøkur ár verða 100% grøn?
Grundgevingin er, at bæði vindorka og vatnorka kunnu verða óstøðug, og í løtum, tá ið náttúrukreftirnar ikki skikka sær til vildar, er tørvur á aðrari orkukeldu. Men ikki átti at verið neyðugt hjá SEV at valt eina ta mest dálkandi orkukelduna, tá tað finnast ein røð av betri valum. Orka kemur pr. definitión heldur ikki frá eini stikkontakt, so vit hava eisini aðrar møguleikar at fáa orku. Tað er einki meira køvandi enn at vera fastlæstur í vanum stýrdum av eini ávísari tøkni, men tað er júst hetta, sum eyðkennir verandi tronga hugsanarhátt. Ístaðin mugu vit duga at síggja, at orkunýtslan er trýst ógvuliga høgt upp, og at vit eru vorðin bundin av orkukrevjandi vanum. Tí er tørvur á eini breiðari fatan av okkara avbjóðingum á orkuøkinum, og kjakið eigur ikki bert at snúgva seg um, hvussu vit útvega el til ein vaksandi tørv.
Í ár fekk SEV Grønu virðislønina frá Tórshavnar kommunu, og Norðurlandaráðið hevur tilnevnt SEV til náttúru- og umhvørvisheiðursløn. Væntanirnar til SEV eru sostatt ikki smáar. Tí eru tað skeiv tekin, sum SEV við nýggju útbyggingunum av orkuverkunum sendir. Elnýtslan hækkar, og eingin ætlan er gjørd um, hvussu vit náa málinum um 100% varandi orku. Úrslitið verður, at nýtslan av tungolju heldur fram óbroytt, hóast fleiri vindmyllur.
Tíðin er røtt til at gera íløgur í átøk, sum skulu tryggja okkum grøna orku, og tað er eitt vónbrot, at SEV ikki sýnir verulig frambrot á orkuøkinum. Íløgur í svarta orku bera hvørki boð um nýhugsan ella leiðslu.
Mynd: Krea