top of page

Filmur og kjak um umhvørvi og ferðslu

Hvussu gera vit ferðslukervið í Tórshavn umhvørvisvinarligari? Í sambandi við umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu skipar FNU fyri tiltaki um umhvørvi og ferðslu í Posthúskjallaranum, sunnudagin 3. mai, kl. 17-20. Vit fara at vísa spildurnýggja dokumentarfilmin Bikes vs Cars, ið lýsir spurdómar viðvíkjandi ferðslu, umhvørvi og býarmenning. Filmurin gevur innlit í, hví summi velja bilin frá og umstøðurnar hjá súkklarum í ymsum stórbýum kring heimin. Eftir filmin verður borgarakjak um ferðslukervið í Havn. Hvussu eru umstøðurnar hjá bleytu ferðsluni í Havn, og hvussu kunnu vit gera tað meira freistandi at velja bilin frá?

Les meira um filmin Bikes vs Cars her http://www.bikes-vs-cars.com

10904419_856050987799770_7743440770344076373_o.jpg


Myndir frá tiltakinum kunnu síggjast her.

bottom of page